Tíðindi

Tímarnir, sum skúlaárið minkar, eigur at verða givin lærarum at samstarva

Eg mæli til, at mann tekur triðingin av tímunum í hvørjari viku til ein tvørfakliga eind – har verkætlanir, evnisvikur, storyline, verkstaðarundirvísing og annað kann verða skipað. Jóhannes Miðskeið, adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, lærari, Cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og Ph.D., skrivar

22.11.2018

Mikudagin var aðalorðaskifti í løgtinginum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, segði til endans á orðaskiftinum, at nú fór Mentamálaráðið at taka saman um allar viðmerkingarnar, og at tey síðan fara at gera uppskot til lógarbroytingar. Við hesum í huga geri eg vart við trý sjónarmið, ið eg sum granskari í námsvísindum meti vera týdningarmikið at fáa við.

Tað var tosað í løgtinginum, og skrivað varð í álitinum, at man ætlar at broyta tímatalið eitt sindur her og har í ymiskum fakum. Soleiðis sum postmodernaða samfelagið sær út, mæli eg til, at mann tekur triðingin av tímunum í hvørjari viku til ein tvørfakliga eind – har verkætlanir, evnisvikur, storyline, verkstaðarundirvísing og annað kann verða skipað. Eg meti ikki, tað er nóg mikið at siga, at slíkt kann koma undir royndarvirksemi í lógini. Trupulleikin er, at so verður hetta ikki gjørt í øllum skúlum. Í núverandi fólkaskúlalóg stendur, at tað eigur at standa næmingum frá 7. flokki í boði at arbeiða við verkætlanum, men hetta verður so langt frá gjørt um alt landið (og tað er synd fyri næmingarnar, tí flestu teirra dámar væl at gera verkætlan í 9. og 10. flokki). Eg meti altso, at tað er neyðugt at skriva tvørfakligar eindir í lógina, har tað handaliga, kreativa, bókliga og nýggj tøkni verða flættað saman.

Síðan er tað teir fimm dagarnar og teir umleið tveir tímarnar pr. viku, ið næmingar skulu ganga minni í skúla. Eg mæli staðiliga til, at henda tíðin hjá lærarunum verður sett av til samstarv. Granskingarverkætlanin Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum hevur víst, at nógvir føroyskir lærarar arbeiða ov privatpraktiserandi, í mun til hvussu verður arbeitt í øðrum londum uttan um okkum og í mun til, hvat gransking hevur víst gevur best úrslit i skúlaskapi nú á døgnum. Hetta er allarhelst tí, at føroysku lærarar undirvísa sera nógv. Innan organisering av skúlum í londunum uttan um okkum er vanligt, at skúlarnir er vorðnir til lærandi organisatiónir, professiónellar lærandi felagsskapir, og at professiónell lærandi netverk eru stovnað. Hetta er bert hent í fáum skúlum í Føroyum enn. Í dag er neyðugt við djúptgangandi samstarvi, tí vitan og háttaløg broytast alla tíðina, og ongin einsamallur lærari klárar at fylgja við øllum; og ikki minst, so er trýstið stórt á læraran frá børnum og foreldrum (hetta kann forklárast við nøkrum drøgum í postmodernitetinum). Viðvíkjandi at skipa samstarvið betur taki eg fult undir við Jónleifi Johannesen, løgtingsmanni, ið skeyt upp undir aðalorðaskiftinum í løgtinginum, at 50 % av lærarans tíð verður nýtt til undirvísing, 25 % til egintíð og 25 % til samstarv.

Síðan haldi eg ikki, at vit skulu lata vera við at nevna elefantin í rúminum. Í dag hava vit smáar skúlar, miðalstórar skúlar og stórar skúlar. Í frágreiðingini til aðalorðaskiftið í løgtinginum verður møguleikin nevndur at seta eitt mark á, so at minsti skúlin hevur 50 næmingar, og at minni skúlar bara kunnu hava undirvísing til og við 5. flokk. Út frá mínum organisatoriska sjónarhorni er ongin ivi um, at man við slíkum størri skúlastøddum leggur lunnar undir betri professsiónaliserað arbeiði hjá lærarum og leiðslum. Men tað er ikki tað, tað eru eisini argument hinvegin: smáu skúlarnir eru møguliga við at varðveita lítlu bygdirnar, og smáir skúlar eru betri til børn, ið eru spøk, men velur man at halda á við smáum skúlum, so man má taka avleiðingina. Í dag eru fólkaskúlalógin, kunngerðir og rundskriv vent ímóti miðalstórum og stórum skúlum; í nógvum førum klára smáu skúlarnir ikki at liva upp til allar ásetingar; og t.d. er torført hjá fyrstalærara í lítlum bygdarskúla sjálvur at gera eina trivnaðarætlan ímóti happing og seta hana í verk (ein fyrstilærari hevur kanska 1½ leiðslutíma um vikuna). Somuleiðis má man gera sær greitt, at leiðsluútbúgvingin og leiðsluráðgeving skal gerast heilt øðrvísi til smáar skúlar. Hetta finst vitan hjá okkum skúlaleiðslugranskarum, so tað er ongin trupulleiki. Trupulleikin, sum eg síggi hann, er, at man má seta eyka pengar av til Mentamálaráðið, sum skal menna lógarundantøk, serligar kunngerðir og serlig rundskriv til smáu skúlarnar, at leiðarar í smáum skúlum mugu fáa fleiri leiðslutímar, og at man má seta eyka pengar av til leiðsluútbúgving og ráðgeving til leiðarar í smáu skúlunum.

Eg vóni og havi álit á, at landsstýriskvinnan og Mentamálaráðið fara at kýta seg alt tað, tey eru ment at betra um skúlan komandi vikurnar, okkara egnu børnum til gleðis og okkara samfelag til gagns. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.