Tíðindi

Tímabýti, tímatalva og nýggjar leiðir

Fólkaskúlin hevur nógv flest kravdar tímar samanborið við hini Norðurlondini. Samstundis, sum vit eiga at tora at gera broytingar í tímabýti og tímatalvu, eiga vit at gagnnýta hetta betur so leingi, vit hava verandi skipan. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

24.08.2018

Tað var eftir laka PISA-úrslitið í 2006, at bæði føroyskt og støddfrøði vuksu í vavi í grunddeildini við tí endamáli at styrkja hesar lærugreinar. Í fjør fekk 7. flokkur, og nú eisini 8. flokkur, samfelagsfrøði á tímatalvuna.

Vit vita, at føroyskar royndarverkætlanir enda so at siga altíð sum varandi loysnir, og tískil verður samfelagsfrøði – við sínum sera góða, føroyska bókatilfari – helst framhaldandi ein lærugrein í hádeildini. Hetta økta tímatal hevur givið fleiri tímar og meira arbeiði í fólkaskúlanum samstundis, sum vit hava flutt okkum rætta vegin við samfelagsfrøði sum lærugrein.  

Tvørgreinaligt virksemi

Góðir møguleikar eru at samskipa eitt nú landafrøði, átrúnað, søgu og samfelagsfrøði. Hesar lærugreinar raka hvørja aðra á fleiri økjum, og tískil áttu vit møguliga roynt at flættað hesar lærugreinar saman á tímatalvuni. Hetta eigur at lata seg gera, meðan vit framvegis varðveita bókatilfar og námsætlanir.

Eitt ítøkiligt, varandi, tvørgreinaligt samstarv millum nevndu lærugreinir fer møguliga at skera 1-2 tímar av tímatalvuni í hádeildini, men hava vit ikki ráð og rúm fyri tí?

Um vit samanbera okkum við eitt nú Finnland, so er tímabýtið soleiðis:

          FO        FI

1. fl.: 24         19

2. fl.: 26         19

3. fl.: 28         23

4. fl.: 30         23

5. fl.: 31         24

6. fl.: 31         24

7. fl.: 33         30

8. fl.: 30         30

9. fl.: 30         30

Á talvuni síggja vit, at eins og innskúlingin hevur miðdeildin í Føroyum munandi fleiri játtaðir tímar enn Finnland. Vit skulu tó minnast til, at Finnland hevur lægst ásetta kravda tímatalið í Norðurlondum, men kortini hava vit flest kravdar tímar, um vit samanbera okkum við onnur Norðurlond.

Gagnnýta tíðina í lærugreinunum, føroyskt og støddfrøði

Tað er rættiliga ymiskt, hvat lærarar halda um eitt nú økta tímatalið í føroyskum í innskúlingini. Brennur tú fyri føroyskum og fært brúkt føroyska málið til at venja eitt nú sjónleik og hava evnisdagar, har børnini brúka, lesa og skriva móðurmálið, so brúkar tú tímarnar væl. Eisini kanst tú hava um miðlar, lesa tíðindi, vísa á keldukritikk, hava framløgur og seta trivnaðarátøk í gongd. Møguleikarnir eru mangir, og tá eru 11 skúlatímar als ikki ov nógv.

Eisini er tað áhugavert, at í fleiri skúlum og økjum er talv komið í fasta legu í tímunum í støddfrøði í innskúlingini. Høga tímatalið í støddfrøði letur upp fyri hesum møguleika.

Val eftir áhuga

Viðvíkjandi okkara núverandi tímabýti, so er tað mangan frammi, at ítróttur átti at verið ein vallærugrein í hádeildini, og at vit áttu at hugt at lærugreinini, danskt. Ætli mær at lata ítrótt liggja, tí tað er eftir mínum tykki ov lítið av skipaðum ítrótti og rørslu í skúlanum.

Ein góð hjáveiða við donskum er m.a., at vit styrkja og skilja betur svenska og norska málið. Vit styrkja harvið okkara støðu í Norðurlondum. Mín hugsan er, at eftir 6. flokk kundu vit skorið tímatalið í donskum niður í 2 tímar um vikuna soleiðis, at tímatalvan ikki er sum ein fyltur lundi í hádeildini.

Eftir mínum tykki er tað skilabetri og meira gevandi reint vitanarliga at hava samfelagsfrøði 2 tímar um vikuna í hádeildini enn heilar 4 tímar danskt. Sum nú er hava vit bæði. Ein realistisk loysn er at skera danskt niður í 2 tímar og heldur lata børnini sleppa at velja eina vallærugrein í hádeildini á 2 tímar vikuna, um teimum lystir.

Hetta fer at krevja tillagingar í námsætlanini fyri danskt, men ætlanin er at endurskoða allar námsætlanir, so tað hevði ikki verið nakar trupulleiki.

Alt prátið um tímatalvu er helst ov stirvið og konservativt. Sum heild gera vit ov lítið við at samstarva tvørgreinaligt og tora ov illa at hugsa “out of the box”. Landsstýriskvinnan í mentamálum tykist sinnað at lurta og hevur sínar hugsanir um júst hetta, so møguliga fara vit at uppliva eina skiftistíð skjótt viðvíkjandi tímabýti og tímatalvu.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.