Bloggur

Tá “frælsi” fekk eitt innihald.....

Hanus Højgaard, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar
 


11.04.2014

 

Onkur lesari undrast kanska á, hví eg eri farin at blogga í Skúlablaðnum. Grundin er, at eg á gamalsaldrinum eri væl á veg at gerast lærari. Ella sum tað eitur nú á døgum: eg eri lesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, nú á øðrum ári. Vanliga sigi tó eg bert, at eg gangi á Læraraskúla.

Tað lá líkasum ikki í kortunum fyri einum trimum árum síðani, at undirritaði einaferð skuldi fáa eina áheitan um at skriva ein blogg fyri Skúlablaðið. Hevði fast arbeiði, og lívsleiðin var líkasum stungin út í kortið. Lívið kann tó brádliga taka eina óvæntaða vend og við tí nýggjar avbjóðingar og møguleikar. Ein møguleiki var at fáa eina nýggja útbúgving. Læraraútbúgvingin tóktist mær mest áhugaverd, og tað stutta av tí langa er, at har eri eg í dag.

Tann dagin eg aftur skuldi á skúlabonk, koyrdi konan meg út á Frælsið. Eg hevði gjørt mær nógvar tankar um, hvat fór at møta mær á nýggju leiðini, men tað sum eg møtti, tá eg kom inn í gongina uttan fyri samkomuhøllina á Læraraskúlanum, hevði eg aldrin kunna havt ímyndað mær. Fyri at lesarin skal skilja, hví eg gjørdist so skakkur, er neyðugt at fara aftur til mín allarfyrsta skúladag.

Mamma leiddi meg heim í gamla skúla í Rituvík henda dagin í august í 1967. Eg var í heimabundnari skúlatroyggju og hevði nýggja skúlatasku. Eg var sum vera man spentur at fara í skúla.

Tá vit bæði trína inn í gongina í skúlanum, stóð ein nýútbúgvin lærari so spentur í gongini og tók ímóti okkum. Hetta var gjáarmaðurin Asfinn Sigvardsen, sum var komin til Rytuvíkar at vera lærari í staðin fyri dalbingin Jógvan Adolf Johannesen. Tá vit árið eftir fluttu í nýggja skúla í Rytuvík, var komin ein nýútbúgvin lærari afturat. Hetta var skálvíkingurin Jens Dalsgaard. (Tá í tíðini varð Rituvík skrivað við seinna y.)

Bæði Asfinn og Jens vóru óføra góðir lærarar, so onki var forgjørt í hesum, men hevur tó nógv at gera við, tá eg, 45 ár seinni, fór inn á Setrið til mín fyrsta skúladag har. Tí tá eg trein inn í gongina uttan fyri samkomuhøllina á Læraraskúlanum, stóð ongin minni enn Asfinn Sigvardsen og tók ímóti. Onkur vil vera við, at lívið er ein ringrás, og soleiðis var eisini kenslan hjá mær, tá eg sá mín gamla lærara standa fyri mær. Og eg skuldi gerast enn meira bilsin, tí løtu seinni bar eg eyga við Jens, sum somuleiðis stóð í gongini og tók ímóti, tá “frælsi”, sum skaldið tekur til, fyri meg fekk eitt innihald.  

Hvat gjørdu mínir gomlu fólkaskúlalærarar har:) Tað skuldi skjótt vísa seg, at teir ikki vóru innkallaðir serliga at taka ímóti mær. Frágreiðingin er, at Setrið hevði gjørt sær tær royndir, at skriviførleikin í føroyskum hjá fyrstaárslesandi á Námsvísindadeildini, var á einum slíkum stigi, at okkurt mátti gerast. Fyri nøkrum árum síðani varð gjørt av, at øll, sum byrjaðu á Námsvísindadeildini, skuldu hava eitt grundskeið í føroyskum, svarandi til fráfaringarroyndina í fólkaskúlanum. Fyrstu árini vóru tað lesandi á Føroyamálsdeildini, ið skipaðu undirvísingina, men hesin háttur bleiv sleptur. Árna Dahl, sum tók sær av hesum, metti, at hetta kundi gerast betur, og fann nakrar gamlar serfrøðingar og heitti á teir um at hjálpa sær, so segði hann, á eini seinastu missión.


Tí stóðu Asfinn og Jens saman við einum øðrum gjáarmanni – Pálli Sivertsen – og tóku ímóti, tá vit møttu upp til okkara fyrsta skúladag. Teir skuldu læra okkum at skriva føroyskt.

Rættstavarin er gott nokk uppfunnin, men enn havi eg ikki sæð ein, sum dugir at seta ð, seta komma, finna út av nær orð skulu vera saman ella sundur, nær tað skal vera hvørjumfall, lúka út í danismum o.s.fr. Men hetta duga hesir gomlu serfrøðingar á økinum.

Umframt grundskeiðið í føroyskum vóru nógv onnur spennandi fak at kasta seg yvir tað fyrsta árið. Vísindaástøði, ungdómsmentan, didaktikkur, etikkur og sálarfrøði fyri at nevna nøkur. Eg skal tó ikki koma nærri inn á tað í hesum bloggi, men trívi í okkurt av tí næstu ferð.

Um onkur stavivilla hevur sníkt seg inn í henda tekst, so er tað ikki at lasta Asfinni og Jens fyri. Tí taki eg fulla ábyrgd fyri sjálvur.
 
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.