Tíðindi

Týskt verður lærugrein í 7. flokki

Stendur tað til arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um fremmandamálini í skúlaverkinum í Føroyum, fáa næmingar tveir tímar í týskum í 7. flokki

17-11-2021

Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum er, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna. Tímar verða fluttir í skipanini, soleiðis at samlaða tímatalið í týskum og samlaða tímatalið í 7. flokki verða óbroytt. Næmingarnir í fólkaskúlanum læra danskt frá 3. flokki og enskt frá 4. flokki. Grundgevingin at flyta týskt niður í 7. flokk, er, at arbeiðsbólkurin metir tað er óheppið, at ov long tíð gongur, til teir læra næsta fremmandamál ella einki nýtt mál læra yvirhøvur eftir 4. flokk. Hóskandi hevði verið at lært eitt nýtt fremmandamál í 7. flokki fyri at halda førleikan at ogna sær mál við líka, stendur at lesa í uppritinum frá arbeiðsbólkinum.

Sambært §5. stk. 4 í fólkaskúlalógini skal týskt (ella annað fremmandamál) standa næmingunum í boði í 8. og 9. flokki. Mælt verður til at byrja longu í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna í týskum, so at allir næmingar kunnu hava týskt. Eftir hetta kunnu næmingarnir velja, um teir halda fram við týskum í 8. og 9. flokki við trimum tímum um vikuna hvørt árið. Við hesum verður týskt javnsett við lærugreinina alis- og evnafrøði í fólkaskúlanum. Tímatalvan í fólkaskúlanum er rættiliga full, og tí er ætlanin ikki at økja um tímatalið, men heldur at flyta nakrar tímar, so samlaða tímatalið í týskum og samlaða tímatalið í 7. flokki verða óbroytt.

Tað var í januar í ár, at landsstýrismaðurin við skúlamálum setti ein arbeiðsbólk at gera uppskot til ítøkiligar tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi, sum hava til endamáls at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í føroyska skúlaverkinum. Arbeiðsbólkurin skuldi gera uppskot til ítøkiligar broytingar í sambandi við raðfesting av mállærugreinum, samlaða kravið til tímatal og býti av hesum, valmøguleikar og annað. Harumframt skuldi hann hyggja at, hvussu fremmandamál eru raðfest í skúlaskipanini í okkara grannalondum, umframt nýta áður gjørd tilmæli sum íblástur.

Tilmælini, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, fevna um fýra høvuðsøki:

* Tíma- og lærugreinabýti
* Námsætlanir
* Undirvísingartilfar og læraraførleikar
* Gransking og útbúgving

Verða broytingarnar framdar, skulu tillagingar gerast í fólkaskúlalógini.

Arbeiðsbólkurin var mannaður við seks fólkum. Landsstýrismaðurin valdi sjálvur tríggjar limir, og Føroya Lærarafelag, Yrkisfelagið Miðnám og Fróðskaparsetur Føroya valdu hvør sín lim. Tey, sum hava sitið í arbeiðsbólkinum, vóru Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, forkvinna, Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í Námi, skrivari, Mortan Zachariassen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, Tórhallur við Gil, fólkaskúlalærari, umboðandi Føroya Lærarafelag, Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari, umboðandi Yrkisfelagið Miðnám, og Kalpana Vijayavarathan, adjunktur, umboðandi Fróðskaparsetur Føroya.

Tilmælini hava verið til hoyringar hjá Føroya Lærarafelag, Yrkisfelagnum Miðnámi, Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Tekniska Lærarafelag, Undirvísingarstýrinum, Námi og Fólkaskúlaráðnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.