Tíðindi

Tvítímar eru torturur hjá næmingum

Avleiðingarnar av ov stuttum og fáum steðgum er, at næmingar læra minni, at teir klára verri at hugsavna seg, og at motivatiónin er verri, skrivar Hedda Helene Berntsen, granskari í Noregi, í eini tíðargrein.

27.01.2023

Norska kenslumálaráðið hevur ikki leiðreglur fyri, hvussu skúladagurin í Noregi eigur at vera skipaður, tá ið talan er um fríkorter. Men lógin sigur, at næmingar hava rætt til eitt trygt og gott skúlaumhvørvi. Út frá tí kunnu vit siga, at næmingar hava rætt til steðgir í undirvísingini. Men tað ljóðar eftir øllum at døma at vera lættari enn tað er í veruleikanum.

Skúladagurin skipaður

Verður hugt at, hvussu skúladagurin vanliga verður skipaður, so síggja vit, at næmingar mugu geva seg undir tað, sum lærarar og skúli halda vera í lagi, tá ið talan er um steðgir, hvussu langir teir eru, og hvussu ofta teir eru. Undirvísingartímarnir eru ymiskir; tað er rættiliga vanligt at hava tvítímar í Noregi við steðgi í 10 minuttur ímillum. Somuleiðis er eisini vanligt at hava undirvísing í hálvan annan tíma og hálvan tíma steðg. Skúlar hava eisini undirvísing í heilan tíma við 15 minuttum steðgi ímillum.

Fakliga grundaðir steðgir

Í granskingarbókmentum verður skilt ímillum mikrosteðgir og makrosteðgir. Mikrosteðgir eru stuttir steðgir á nakrar fáar minuttir, sum eru ímeðan undirvísingin fer fram.  

Mikrosteðgirnir hava til endamáls at fáa næmingarnar at savna seg um tað, sum fer fram undir allari undirvísingini alla tíðina. Í eini kanning frá 2011 hava Aria og Lleras kannað, hvørja ávirkan mikrostegir hava í undirvísingartímum, sum eru 50 minuttir. Bólkurin, sum hevði tveir mikrosteðgir, meðan næmingarnir loystu uppgávur í telduni, fekk hugsavnað um uppgávuna, líka til endan á undirvísingartímanum.

Vit kunnu ikki ganga út frá, at ávirkanin av mikrosteðgum heldur fram út í tað óendaliga, sum í 120 minuttir út í eitt. Makrosteðgirnir eru longri steðgir frá umleið 15 minuttir, sum ofta eru millum undirvísingarblokkarnar, og sum hava til endamáls at geva heilanum nóg mikið av hvíld, soleiðis at hann kann arbeiða við tí fakliga, áðrenn næsti undirvísingartímin byrjaðar.

Skúlar og skúlapolitikkurin sýnast at hava eina órealistiska mynd av, hvat næmingurin fær burtur úr langum undirvísingartímum.

Longri og títtari steðgir tað besta fyri næmingar av fleiri orsøkum:

1. Nóg góða tíð at kopla úr er avgerandi fyri at savna seg um tað, mann skal.

Hugsavnan hevur nógv at siga fyri, hvussu væl læringin eydnast, men næmingar kunnu ikki hugsavna seg út í eitt ella leingi í senn. Fyri at skilja, hvussu nógv hugsavnan hevur at siga, mugu vit skilja, at heilanum tørvar tíð at kopla úr. Tá næmingar hava nátt markinum, mugu teir hava longri steðg, soleiðis at teir aftur kunnu hugsavna seg.

Srini Pillay, doktari og heilagranskari, viðmælir 15 minuttir steðgir fyri vaksin fyri hvørjar 45 minuttir. Børn og tannáringar hava ofta brúk fyri steðgi eftir styttri tíð enn vaksin. Næmingar megna at hugsavna seg betur um uppgávur í skúlastovuni eftir at hava havt makrosteðgir.

2. Makrosteðgir fremja læring

Regluligir steðgir fremja læringina. Tá ið næmingar fáa tíð at halda frí, arbeiðir heilir við at knýta og virkja minnini við nýggja vitan frá fortíðini, nútíðini og framtíðini og burtur úr tí gera hugskot.

Tað er her tann persónligi relevansurin verður skaptur, nýggj hugskot koma undan kavi, eins og kreativitetur og samanhangur. At dagdroyma, ganga túr, røra seg og rolluspæl eru dømi um virksemi, har næmingar sleppa at hava frí og kopla úr. Hetta fremur kreativitet og at næmingar læra at taka avgerðir.

3. Steðgirnir fyribyrgja flýggjan frá fokusstøðuni

Næmingar, sum duga at loysa trupulleikar, leggja til rættis og gjøgnumføra tað, teir seta sær fyri og avrika betur. Kognitivu funktiónirnar verða tarnaðar av strongd og minni framkomnum økjum í heilanum, sum eru bundin at atferð, sum verður gjørd virkin við reaktiónum. Í hesi støðuni verður næmingurin skjótt órógvaður, innibyrgdur ella hyperaktivur, og læringin verður avbjóðandi. Sjálvregulering, sum er ein grundleggjandi tilgongd fyri at røkka persónligum málum, er ikki til staðar í hesi støðuni.

At næmingar hava møguleika til sjálvir at hava makrosteðgir eftir tørvi er týdningarmikil fortreyt fyri, at sjálvregulerað læring eydnast. Henda møguleikan hava næmingar í norskum skúla ikki.

4. Tíð til spæl í rørslu

Stúran fyri, at yngstu næmingarnir í skúlanum hava ov lítið av tíð og rúm fyri at sleppa at spæla hevur eyðkent samfelagsorðaskiftið síðstu tíðina. Við at hava longri og títtari fríkorter og spæl, har rørsla er ein partur, kunnu næmingar hava tað gott og at menna sosial sambond. 

5. Atferðin í skúlastovuni verður betri eftir steðgir  

6. At næmingar sjálvir hava ávirkan er í hásæti

Í fríkorterinum kann næmingurin sjálvur gera av, hvat hann ger samanborið við í tímanum, tá næmingurin ikki sjálvur kann gera av, um hann velur at loysa uppgávur ella vera í tímanum. Motivatiónin kann koma aftur eftir, at næmingurin hevur følt seg hava havt ein ordiliga steðg.

Tá mikrosteðgir koma í staðin fyri makrosteðgir

At gera okkurt annað, at hava stuttar steðgir, har okkurt er á skránni ella skifta lærugrein gevur ikki næminginum kognitivan ella fysiskan steðg, og hetta er ikki nóg góð faklig grundgeving fyri at hava undirvísingarblokkar á 90 ella 120 minuttir. Tá mikrosteðgir verða brúktir í staðin fyri makrosteðgir, so hava vit ein trupulleika.

Fyri at fáa sum mest burtur úr læringini eigur hugsavnandi undirvísing við øllum tí, sum hoyrir til, at enda við einum steðgi, har næmingarnir kunnu hvíla. Hóast innihaldið í undirvísingarblokkunum er ymiskt, eins og arbeiðshættirnir eisini eru tað, eru næmingarnir í undirvísingarstøðuni í tí, sum verður rópt fokuseraðari støðu.

Fortreytirnar hjá næmingunum, so sum aldur og búning og førleikarnir sjálvir at regulera, hava nógv at siga fyri, hvat næmingarnir fáa burtur úr undirvísingarblokkunum, og tí er individualisering neyðug. Lærarar kunnu og njóta væl av makrosteðgum í arbeiðsdegnum.

Tá meiri ikki er betri

Vit vita, at fleiri tímar neyðturviliga ikki merkir betri læring. Hóast undirvísingartíðin hjá yngstu næmingunum er økt við nærum 1400 tímum frá 1997 til í dag, eru úrslitini í lesing í PISA umleið tey somu. Nógvar góðar grundgevingar er fyri at minka tímatalið í grunddeildini, til dømis tørvur á at sleppa at spæla meiri, at røra seg og so tað, at næmingar ikki læra meiri við at hava fleiri tímar. Harumframt gera órógv og mistrivnaður seg eisini galdandi.

Kanska styttri undirvísingarblokkar (20 ella 30 minuttir) og síðan makrosteðgir (minimum 15 minuttir), umframt styttri dagar høvdu havt vit sær, at yngstu næmingarnir høvdu fingið nógv meiri burtur úr undirvísingini.

Hvussu fáa vit sum mest burtur úr læringini fyri komandi ættarlið?

Ikki-fakligar grundgevingar fyri at taka burtur fríkorter millum tímar eiga aldri at vinna á fakligum grundgevingum fyri at hava fríkorter. Longdin á og títtleikin av steðgum er avgerandi fyri, hvussu nógv næmingar læra.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.