Bloggur

Tvístøðan hjá einum lesandi ...

Rebekka á Neystabø Jacobsen, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini, bloggar

07.06.2018

- Skal man seta seg at skriva bacheloruppgávu ella njóta sólina ...?

Endiliga fingu vit nakrar deiligar dagar við sól, og sjálvandi lógu teir samstundis við endaspurtin til bacheloruppgávuna. Í síðstu viku lótu vit bacheloruppgávu okkara inn, og longu í komandi viku skal hon verjast, og síðan fáa vit (vónandi) heitið Bachelor of Education og síggja fram til allar síðsta árið á læraraskúlanum; við blandaðum kenslum.

Eftir eitt gott og sólríkt vikuskifti, har okkara bólkur má ásanna, at sólin varð tikin fram um (halló, tað eru nakrir fáir dagar um árið!), kann man nú enn einaferð seta seg til rættis við telduna og snøgga um framløguna, hesaferð við heldur brendari húð enn áðrenn.

Tað hevur verið eitt mennandi, spennandi og samstundis uppgevandi tíðarskeið tær seinastu vikurnar, nú bacheloruppgávan hevur sett dám á gerandisdagin. Vit eru tríggjar í bólki saman (thank God!), og hava vit gjørt ymiskar kanningar á ymsum skúlum, har vit hava kannað málnýtsluna hjá næmingum, og hvussu hon er ávirkað av enska málinum. Samstundis hava vit gjørt eina almenna talgilda spurnakanning, og vit hava fingið yvir 2.700 svar, ið var langt laaaangt yvir væntað. Tað er sera áhugavert at síggja úrslitið av hesum, og hvussu nógv vit føroyingar nýta av enskum orðum í dagligari talu. Vit eru nógv, ið eru errin av máli okkara; hvussu sterkt tað er, tá hugsað verður um, hvussu lítil tjóð vit eru – men meta vit kanska málið sum eina sjálvfylgju? Virða vit mál okkara nóg nógv? Eg kann ikki ímynda mær, at yngra ættarliðið hugsar um alt stríðið, mál okkara hevur barst við, og tað kann vera ørkymlandi at hoyra, hvussu nógv ensk orð fylla í dagligu málnýtsluni. Eg haldi tískil, at tað er umráðandi, at vit sum lærarar, námsfrøðingar, foreldur og ikki minst fjølmiðlarnir gera sín part fyri at virða málið. Vit skulu tó heldur ikki óttast, tá ensku orðini koma í part til tíðir; tað er stórur munur á, hvussu vit tosa millum vinir og familju, og hvussu vit málbera okkum í meiri hátíðarligum støðum, og tá ið vit skriva.

Nógv stóðst burtur úr kanningunum, sum vit gjørdu. Samrøðurnar, ið vit gjørdu við næmingarnar sum ein part av kanningararbeiðinum, hava givið okkum innlit í nógv, ið rørir seg í teirra gerandisdegi. Um ikki annað hava vit í øllum førum lært at spæla Fortnite, ið flestu allar samrøður endaðu inniá (les: eg vænti, at flestu allir lærarar og foreldur vóna, at Fortnite-rákið er um at fáa ein enda!!!!)

Nú er bert at síggja fram til at fáa vart okkara ritgerð og seta seg, við góðari samvitsku, afturá í flogfarinum og njóta ferðina suðureftir við mínum allarkærastu. Adiós!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.