Tíðindi

Tvímælt børn eru málsliga ein fjølbroyttur hópur

Tað sigur lærari, sum er vanur at hava tvímæltar næmingar í flokkunum, hann undirvísir

26.02.2020

Í MA-ritgerð síni á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har evnið er málmenningin hjá 4 tvímæltum børnum, hevur Helena Kannuberg samrøðu við lærara, sum undirvísir í skúla, har vanliga nógvir næmingar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, ganga. Hesin lærarin hevur 20 ára royndir sum lærari. Tá ið børnini byrja í fyrsta flokki, hoyrir hann á málinum hjá teimum, um tey hava gingið á dagstovni, ella um tey hava verið heima hjá mammuni burturav. Lærarin heldur, at børnini, sum hava verið á dagstovni, hava ein málsligan fyrimun samanborið við tey, sum hava verið heima. Tá ið børnini koma í fjórða flokk, er ymiskt, hvussu tey eru fyri. Her er munur á kynunum, heldur hann.

- Gentur klára seg betur enn dreingir. Hví dugir gentan so væl mál, og hví dugir drongurin ikki líka væl, spyr hann. Lærarin heldur, at telduvanarnir kunnu vera ein orsøk, tí dreingir brúka sambært kanningum nógv meiri tíð til telduspøl og slíkt samanborið við gentur.

Hóast vavið á málsligu avbjóðingunum hjá børnum við hesi málsligu bakgrund er ymiskt, so er tað samanfatandi vantandi orðfeingi, talan er um, heldur lærarin.

- Børnini duga ov fá orð. Tey hava avbjóðingar við at skilja meiningina á vanligum føroyskum vendingum og orðatøkum. Hetta hevur álvarsligar avleiðingar við sær, tí tey hava torført við at skilja undirvísingina í føroyskum og í øllum lærugreinum, sum fevna um skrivligan tekst. Í rokning er avleiðingin, at hesir næmingar rokna løtt roknistykki skeivt, tá ið stykkini taka støði í skrivaðum teksti. Nógvar mammur tosa enskt við børn síni, hóast enskt ikki er móðurmál teirra, og tað hevur stóra neiliga ávirkan á málmenning teirra. Hesi børnini eru orðfeingisliga illa fyri í føroyskum.

Hóast skúlin, har lærarin starvast, ígjøgnum nógv ár hevur havt næmingar við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu, so hevur skúlin ongan yvirskipaðan politikk galdandi um málsliga hjálp til hesi børnini. Tey einastu børnini, sum eru tryggjað málsliga hjálp, eru tey, sum stutt frammanundan skúlaársbyrjan hava búð uttanlands.

- Útsøgnin hjá læraranum vísir, at skúlin ikki er klárur við eini nøktandi skipan til tess at lofta børnum við hesi málsligu bakgrund, tá ið tey byrja í skúlanum, staðfestir Helena Kannuberg í ritgerð síni, sigur Helena Kannuberg.

Lærarin vísir eisini á stórar avbjóðingar, tá ið talan er um at samskifta við foreldrini hjá tvímæltum børnum, har mamman vanliga ikki skilir føroyskt. Vanliga samskiftir hann bara við pápan.

- Skrivi eg til mammuna, kann tað vera, at børnini týða tekstin, og tað er ikki etiskt rætt, sigur hann.

Tað eru fyri tað mesta páparnir, sum koma á foreldrafund. Tær fáu ferðirnar mamman kemur, ivast lærarin í, um hon skilir nakað av tí, sum verður sagt. Hóast ivan velur hann at tosa føroyskt. Vantandi málsligi førleikin hjá mammuni er sostatt ein forðing fyri góðum samskifti millum skúla og heim, serliga tí at lærarin roynir at snúgva sær undan at samskifta við mammuna. Mamman hevur sostatt ikki møguleika at verða ein virkin viðleikari í skúlagongdini hjá børnum sínum á jøvnum føti við aðrar mammur.

- Lærarin kennir seg hjálparleysan hesum viðvíkjandi og veit ikki, hvat hann skal gera. Hann veit væl, at talan er ikki um eina haldgóða loysn. Hann saknar, at krøv verða sett tilflytarum um at læra føroyskt, sigur Helena Kannuberg.

Ritgerðin hjá Helenu Kannuberg er ein kvalitativ kanning av føroyska málinum hjá børnum við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu. Á heysti 2018 hevði hon samrøðu við 4 børn, ið eru 9-10 ára gomul og ganga í 4. flokki. Í kanningini staðfestir hon, at børn, hvørs foreldur hava hvør sítt móðurmál, hava avbjóðingar at læra føroyskt væl og virðiliga.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.