Tíðindi

Tvílæraraskipanin eigur at verða ment

- Tvílæraraskipanin ger, at lærarar og næmingar kunnu fara úr skúlanum, til dømis hava útiskúla ella gera útferð. Hon gevur eisini møguleika at býta flokkin sundur, soleiðis at hvør lærari sær hevur ein hálvan flokk og arbeiðir miðvíst við eitt nú føroyskum ella rokning, sigur Hans Michael í Mittúni, sum er varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla.

25.01.2021

Útiskúlin í skúlanum á Glyvrum byrjaði sum eitt menningarátak sambært skipanini um royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum. Tað eru yngstu næmingarnir í Runavíkar Kommunuskúla, sum halda til í gamla Glyvra skúla; tað er 1., 2. og 3. flokkur, umframt forskúlin, ið húsast í kjallaranum. Ein dag um vikuna er tvílæraraskipan, og tá fara flokkarnir upp á skift í útiskúla. Útiskúlin heldur til í gamla skúlanum í Lamba, sum er tøkur til endamálið.

- Vit hava tvær ferðir fingið játtað stuðul til royndar- og menningarvirksemi, soleiðis at vit kundu hava útiskúla. Tað gjørdi tað møguligt at hava útiskúla. Tá ið vit so ikki fingu játtanina meiri, royndu vit at finna tímar, soleiðis at vit kundu halda fram við skipanini. Tað hevur borið til, men tó við teirri avmarking, at tað er nú er upp á skift hvønn fríggjadag, at onkur flokkur fer í útiskúla. Tvílæraraskipanin ger tað møguligt, tí útiskúli krevur nógv av lærarunum.

Hvønn fríggjadag hava 1. og 2. flokkarnir tvílærara, og tað letur upp fyri nógvum øðrvísi virksemi, heldur Hans Michael í Mittúni. Tað fæst mest burtur úr tvílæraraskipanini, um tímarnir verða savnaðir saman, heldur enn at fáa tímatalvuna at ganga upp.

- Vit gera okkum stóran ómak at leggja tímarnar soleiðis, at teir verða lagdir saman til heilar undirvísingardagar. Tá hava vit fyrilit fyri námsfrøðini heldur enn fyrilit fyri at fáa tímatalvuna at ganga upp. Tvílæraraskipanin ger, at lærararnir kunnu fara úr skúlanum, til dømis hava útiskúla ella gera útferð. Hon gevur eisini møguleika at býta flokkin sundur, soleiðis at hvør lærari sær hevur ein hálvan flokk og arbeiðir miðvíst við føroyskum, rokning ella onkrum øðrum. Bæði næmingar og lærarar kunnu hugsavna seg betur, og lærarin megnar betur at røkka hvørjum einstøkum næmingi. Tvílæraraskipanin er sera hent til at gera serligt burturúr, sama um tað er vanlig undirvísing ella annað; henda skipanin eigur heilt vist at verða ment við fleiri tímum. Tað allarbesta hevði verið, um tað var tvílæraraskipan alla tíðina, serliga hjá yngstu næmingunum. Eg eri greiður yvir, at tað hevði kostað nógv, og tí er so umráðandi, at skipanin verður gagnnýtt so væl sum til ber, nevniliga við námsfrøðini fyri eyga heldur enn tímatalvuni. Tvílæraraskipan í innskúlingin hevði eisini gjørt tað meiri lokkandi hjá lærarum at arbeitt har. Tað er rættiliga strævið at arbeiða í innskúlingini, tí tú skalt skapa alt grundarlagið fyri læring og læra næmingarnar at vera partur av einum felagsskapi, og tað er ongantíð friður. Lærararnir hava stóra arbeiðsbyrðu og undirvísa nógvar tímar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.