Tíðindi

Tvílæraraskipan eigur at vera í øllum deildum í fólkaskúlanum

Tvílæraraskipan letur upp fyri nógvum góðum møguleikum, sum verða bæði einstaka næminginum, flokkinum og lærarunum til frama. Tvílæraraskipanin er eisini ein lykil til, at fleiri aðrar áhugaverdar og spennandi hurðar kunnnu latast upp. Tað sigur Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í sínum íkasti til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan.

14.02.2024

UPPHITING TIL AÐALORÐASKIFTIÐ UM FÓLKASKÚLAN:

Hvørji evni hava størstan týdning at taka fram, nú fólkaskúlin fer at verða viðgjørdur í aðalorðaskifti í løgtinginum?

Eg má siga, at eg viðhvørt ivist í, hvussu høgt í metum fólkaskúlin er á bonaðu gólvunum. Tískil meti eg tað nærum vera eitt evni í sær sjálvum, at politiska skipanin – og ikki einans einstakir politikarar her og har, nú og tá – veruliga fær eyguni upp fyri, hvussu heilt ómetaliga týdningarmikil fólkaskúlin er. Hvussu stóra ávirkan fólkaskúlatíðin hevur á einstaka barnið og tann unga – og tessvegna eisini á samfelag og samfelagsmenning okkara yvirhøvur. Tað er tankavekjandi, at um eitt barn fer í forskúla og eisini í 10. flokk, tá tann tíðin kemur, ja, so hevur viðkomandi nýtt heili 11 ár av sínum stutta lívi innan skúlans gátt. 11 ár, sum í stóran mun fara at mynda viðkomandi restina av lívinum. Havandi henda veruleika í huga, so átti tað at verið sjálvsagt, at skúlin altíð fekk fremstu raðfesting.

Tíbetur vita tey, sum dagliga starvast innan fólkaskúlan, hvussu ábyrgdarfult og týdningarmikið starv talan er um. Dag og dagliga eru hesi um børn og ungdóm okkara soleiðis, at skúlin á mangan hátt er bæði góður og fevnandi. Tøkk fái tey fyri tað. Tó, so skerst ikki burtur, at avbjóðingarnar á fleiri økjum eru stórar, og skúlin hevur tørv á broytingum. Verandi skipan ger tað nærum ógjørligt at skipa gerandisdagin í skúlanum soleiðis, at endamál skúlans verður rokkið.

Á Krossmessu 2023 fekk landsstýrismaðurin handað ”Fólkaskúlalógin, broytingar – tilmæli frá arbeiðsbólki.” Talan er um spennandi og væl úr hondum greitt arbeiði, sum heilt víst er eitt gott útgangsstøði til eitt aðalorðaskifti um skúlan.

Hvat eigur at fáa fremstu raðfesting at fremja, tá ið talan er um fólkaskúlan?

Fólkaskúlin er sera samansettur, og tættirnir eru nógvir og umfatandi. Allarhelst er nógv, sum eigur at verða raðfest fyrst, men um eg skal seta orð á nøkur viðurskifti, so er av alstórum týdningi, at einstaki næmingurin verður betri hoyrdur og sæddur. Til tess at náa hesum máli, so er umráðandi, at lærarin hevur tíð og nøktandi umstøður.  

Næmingatalið í hvørjum flokki skal lækkast (eg fegnist um, at gongd er í hesum nú), og samstundis eigur tvílæraraskipanin – sum verður nevnd aftur og aftur í tilmælinum frá arbeiðsbólkinum – at verða raðfest og styrkt. Ikki bara í byrjanardeild og miðdeild, men eisini í hádeild eftir mínum tykki. Tvílæraraskipanin letur upp fyri nógvum góðum møguleikum, sum verða bæði einstaka næminginum, flokkinum og lærarunum til frama. Tvílæraraskipanin er eisini ein lykil til, at fleiri aðrar áhugaverdar og spennandi hurðar kunnnu latast upp. M.a. verður møguligt at arbeiða meiri skapandi, handaligt, kannandi og verkligt við einum flokki, tá tveir lærarar altíð eru til staðar. Lærarar kunnu eisini sparra og læra av hvørjum øðrum í eini slíkari skipan – har eru nógvar vinn-vinn støður.

Kreativi parturin yvirhøvur (tónleikur, sangur, drama, handverk, myndlist, smíð, ítróttur osfr.) eigur at verða raðfestur væl hægri. Skapandi lærugreinarnar eru mangan vegurin til bæði trivnað og læring á so nógvum økjum.  Skúlin er samanumtikið sera bókligur, og neyðugt er at býtið millum ymisku lærugreinapartarnar verður javnari.   

Sum nevnt, so er so mangt, sum átti at verið raðfest: Skúladagurin er ov drúgvur, og hann eigur at verða styttur. Flokslæraraleikluturin eigur at styrkjast. Serøkið eigur sanniliga eisini at verða raðfest. Eftirútbúgving manglar eisini í stóran mun. Haraftrat mugu skúlaleiðslurnar raðfestast, tí talan er mangan um eitt sera krevjandi og samansett arbeiði.

Hvat væntar tú kemur burtur úr aðalorðaskiftinum?

Eg veit ikki ordiliga. Sum eg nevndi í byrjanini, so kennist tað ikki endiliga soleiðis, at fólkaskúlin eigur so øgiliga nógvar góðar vinir í politisku skipanini – men vónandi fari eg fullkomiliga skeivur. Vónin er, at orðaskiftið verður gott og gagnligt, soleiðis at ting- og landsstýrisfólk fáa eyguni upp fyri, at fólkaskúlin má og skal fáa ta raðfesting, sum hesin so sera umvarðandi stovnurin í samfelagi okkara eigur at hava. Vit skulu hava í huga, at næmingarnir ganga í skúla ein so stóran part av barna- og ungdómsárunum, og tískil er tað so sera umráðandi, at skúlin er spennandi, kveikjandi og stuðlandi, soleiðis at einstaki næmngurin trívist, fær roynt sítt hugflog, verður mentur og búgvin til at møta lívinum.

Skúlablaðið hevur heitt á umboð fyri allar politisku flokkarnar um at geva eitt íkast til aðalorðaskiftið um fólkaskúlan.  Í dag geva Bárður á Lakjuni og Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin sítt íkast.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.