Tíðindi

Tvífalt so nógvir dreingir sum gentur bíða at fara í skúla

Tað er nógv vanligari, at dreingir fara seinni í skúla enn gentur, men granskarar í Noregi eru ójavnir á máli um orsøkina

23.05.2018

 

Sara Cools, Pål Schøne og Marte Strøm, ið øll eru granskarar, viðgera í greinini «Forskyvninger i skolestart: Hvilken rolle spiller kjønn og sosial bakgrunn?» munin á dreingjum og gentum, tá ið talan er um skúlabyrjan.

– Kyn er vanliga orsøkin, tá ið talan er um seinkaða skúlabyrjan; tvífalt so nógvir dreingir fara eitt ár seinni í skúla (enn vanliga skúlabyrjan, sum er 6 ár í Noregi) samanborið við gentur, sigur Sara Cools.

Aftan fyri kanningina hjá hesum granskarunum er búningarhypotesan; hon gongur út uppá, at ymisku avrikini hjá gentum og dreingjum í skúlanum eru atvoldin av, at gentur búnast fyrr intellektuelt, í samsvari við at gentur eisini koma fyrr í pubertetin.

– Vit fara í gongd við eina størri verkætlan, har vit fara at hyggja nærri at kynsmunum, tá ið talan er um skúlaavrik, so henda kanningina er ein fyrireikan til tað arbeiðið, sigur Cools.

Tey, ið hava tikið lut í kanningini, eru børn, sum eru liðug í barnaskúlanum í tíðarbilinum 1995–2008.

– Kanningin, vit hava gjørt, sigur einki nýtt ella nakað, vit ikki hava havt varhugan frammanundan, og hon kann ikki brúkast at vátta ella avsanna búningarhypotesuna, sigur Cools.

– Men vit halda, at tað er gagnligt at kortleggja, hvørji viðurskifti gera seg galdandi, tá ið talan er um at fara tíðliga ella seint í skúla. Kanningin vísir fyrst og fremst, at tað eru dreingir, sum fara seinni í skúla enn tað, sum vit siga er vanligt, og at tað eru gentur, sum fara í skúla, fyrr enn vanligt er. Tað mest vanliga er tó, at flestu børn byrja í skúlanum vanliga tíð, tað vil siga á heysti árið, tey gerast seks ár, ella sjey ár fyri børn, sum eru farin í skúla eftir nýskipanina áðrenn 1997. Men umleið 8 prosent av gentunum, sum eru føddar í januar, tað árið skúlin byrjar, fara í skúla eitt ár fyrr, og umleið 9 prosent av dreingjunum, sum eru føddir í desember, fara í skúla eitt ár seinni.

At tað eru fleiri gentur, sum fara í skúla fyrr enn vanligt, kann siga okkum nakað um, at vit halda, at gentur eru búnari, sigur Cools.

Hvørjar avleiðingar hevur tað at vera elst ella yngst í flokkinum?

– At vera elst er positivt í øllum førum fyrstu tíðina; tey, sum eru fødd beint eftir nýggjár, fáa betri karakterir samanborið við tey, sum eru fødd beint fyri nýggjár, men hetta javnar seg við tíðini. Flestu kanningar siga einki um, at tað er betri sum frálíður at vera yngst í flokkinum; tað vil siga, at tað hevur ongan týdning, tá ið børnini gerast vaksin, fyri til dømis útbúgving ella inntøku, sigur Cools.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.