Tíðindi

Tvey leiðslustørv leys at søkja

Vestmanna skúli og Kvívíkar skúli skulu hava nýggjan skúlastjóra

07.07.2021

Í løtuni er tvey leiðslustørv í fólkaskúlanum leys at søkja við freist 16. august 2021. Talan er um størv sum skúlastjóri í Vestmannaskúla og sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla.

Í Vestmanna skúla verða 184 næmingar í 1. – 10. fl. næsta skúla. 20 lærarar í føstum starvi starvast í skúlanum. Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla verður sett frá 1. september 2021 ella skjótast til ber aftaná tað.

Starvið sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. september 2021 ella skjótast til ber aftaná tað. Í Kvívíkar skúla eru 54 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Fimm lærarar umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Tú kanst lesa báðar starvslýsingarnar her:

http://skulabladid.fo/skulastjori-i-vestmanna-skula

http://skulabladid.fo/fyrstilærari-i-kvivikar-skula


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.