Tíðindi

Tveir tímar dagliga við skíggjum kann skaða innlæringina

Kognitivu evnini hjá børnum í 8-11 ára aldri kunnu versna, um tey sita ov nógv við skíggjum, vísir ein amerikonsk kanning

26.10.2018

Tveir tímar dagliga við skíggjum kann skaða innlæringina

Kognitivu evnini hjá børnum í 8-11 ára aldri kunnu versna, um tey sita ov nógv við skíggjum, vísir ein amerikonsk kanning

Situr barn títt við teldlinum fleiri tímar um dagin, so er góð orsøk at avmarkna nýtsluna. Ein nýggj amerikonsk kanning, sum 4500 børn í aldrinum 8-11 ár hava tikið lut í, vísir, at tá ið børn brúka meiri enn tveir tímar um dagin framman fyri ein skíggja, gongur tað út yvir evnini hjá barninum at hugsavna seg, málsligu førleikarnar og minnið.

Albert Gjedde, heilagranskari á Syddansk Universiteti, er ikki ovfarin av úrslitunum.

- Situr tú og reagerar passivt leingi upp á ymisk, fært tú ilt við at hugsavna teg, sigur hann.

Umframt tíðina við skíggjum er tað í kanningini eisini hugt at, hvussu nógv børn sova, og hvussu nógv tey røra seg um dagin. Og úrslitini vísa, at tey, sum sova minni enn 9 tímar, sum røra seg minni enn ein tíma, og sum sita við skíggjum meiri enn tveir tímar, klára seg nógv verri í kognitivu kanningunum. Sambært Albert Gjedde er tað serliga tíðin við skíggjunum, sum er trupulleikin. Teldil, telda ella Playstation gera, at børn ikki hittast í veruleikanum og tí ikki brúka allar sansirnar.

- Um tú ikki klemmar, rørir við ymiskt og luktar hvønn annan, so missir tú nakrar sansadimensiónir. Heilanum tørvar at venja øll sansiinntrykk – ikki bara sjónina og hoyrnina, sum børn venja framman fyri skíggjum, sigur hann.

Heilin er – serliga, meðan vit eru børn – sum eitt petti av modelérvoksi. Hann formar seg eftir teimum inntrykkum, hann fær, og verða nøkur av økjunum undirstimbrað, so kunnu vit fáa avbjóðingar, tá ið vit verða vaksin, sigur hann.

- Vit kunnu fáa avbjóðingar at vera saman við øðrum sosialt, um heilin ikki er vandur við tað, tá ið vit eru børn, sigur hann.

Funnist hevur verið at hesi kanningini; Stine Liv Johansen, lektari á Center for Børns Litteratur og Medier, heldur, at granskararnir aftan fyri kanningina seta skeivar spurningar.

- Tað er ikki áhugavert vita, hvussu leingi børn sita við einum skíggja; tað er meiri áhugavert at vita, hvat tey hyggja at, spæla ella gera, men tey sita við skíggjunum. Ein onnur kanning vísir, at tað serliga eru tey, sum hava ilt við at vera sosialum samanhangum, sum kunnu fáa positivt gagn av at brúka sosialar miðlar, sigur hon.

Sambært amerikonsku kanningini brúka tey 8-11 ára gomlu í miðal 3,6 tímar um dagin við skíggjum. Tað er væl meiri enn teir tveir tímarnar, sum í kanningini verður mett at vera markið fyri, nær nýtslan gongur út yvir kognitivu evnini. Í Danmark er støðan ikki frægari. Sambært eini kanning, sum er gjørd í 2016, sita donsk børn meiri enn tríggjar tímar um dagin við einum skíggja. Og støðan er verri, tá ið talan er um tannáringar.

Kelda: dr.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.