Tíðindi

Tveir triðingar av børnunum í 4., 6. og 9. flokki lesa ongantíð

Í dag er spildurnýggj kanning av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki almannakunngjørd. Kanningin er ein støðulýsing av eitt nú, hvussu ofta og nógv børn í hesum trimum árgangum lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli tey lesa.

23.04.2018

Hjá teimum flestu børnunum, sum hava tikið lut í kanningini, stendur lesing ikki ovarlaga á skránni; tveir triðingar ella 65,6 prosent av øllum børnunum lesa sjáldan ella ongantíð í frítíðini. Býtt út á teir tríggjar árgangirnar, so lesa 33 prosent av næmingunum í 4. flokki í frítíðini, 28 prosent av næmingunum í 6. flokki og 12 prosent av næmingunum í 9. flokki.

Líknandi kanning er gjørd í Danmark á heysti 2017; samanborið við javnaldrarnar í Danmark lesa børn í Føroyum nógv minni, hóast børn í Danmark hava væl longri skúladag, mangastaðni væl longri leið í skúla og brúka líka nógva tíð til talgildu miðlarnar sum føroysk børn. 62 prosent av børnunum í 4. flokki og 42 prosent av børnunum í 6. flokki í Danmark lesa fleiri ferðir um vikuna; tað er í roynd og veru tvífalt so nógv sum í Føroyum.

Hyggja vit at kynsbýtinum, so lesa fleiri gentur enn dreingir; triðja-fjórða hvør genta og fimti hvør drongur. Danska kanningin frá november vísir, at gentur í Danmark framvegis lesa meiri enn dreingir, men at munurin er minkaður samanborið við eldri kanningar; í grundini sama gongd sum í Føroyum.

Tað, sum børnini fyrst og fremst brúka tíð til, er tað, sum gongur fyri seg á internetinum; eldri næmingarnir verða, meiri tíð brúka teir; 45 prosent av teimum í 4. flokki brúka fleiri tímar dagliga við telefonini, teldlinum og øðrum líknandi, meðan samsvarandi tal er 91 prosent fyri tey í 9. flokki. Somuleiðis brúka næmingarnir nógva tíð til at hyggja at filmi á Netflix, Viaplay og líknandi tænastum; ávikavist 49 prosent í 4. flokki, 72 prosent í 6. flokki og 91 prosent í 9. flokki hyggja vanliga hvønn dag.

Kanningin av lesivanunum er gjørd í tíðarskeiðinum november 2017-januar 2018; umleið 1300 næmingar svarandi til 75 % av árgangunum hava svarað 26 spurningum; kanningin er dulnevnd. Tær, ið hava tikið stig til kanningina, eru Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, Sissal M. Rasmussen, Ph.D.-lesandi, og Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað dátuna inn og greinað úrslitini. Mentamálaráðið hevur fíggjað høvuðspartin av kanningini; umframt hava Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið, Landsbókasavnið, Býarbókasavnið í Havn og Bókasavnið við Løkin fíggjað.

Meiri fæst at vita um kanningina á malmenning.fo

Mynd: Ólavur Frederiksen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni