Tíðindi

Tvílæraraskipanin verður broytt

- Fer næmingatalið upp um 18, verður eykalærari settur inn. Hetta fer at verða broytt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

27. november 2019

Samgonguskjalið nevnir, at tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í sambandi við floksstødd. Sum er sigur lógin, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki. Sum er kunnu 26 næmingar verða í hvørjum flokki. Samstundis sigur fólkaskúlalógin, at vit skulu taka støði í hvørjum einstøkum næmingi, og undirvísingin skal vera næmingalagað. Alsamt fleiri næmingar hava stórar avbjóðingar og krevja eyka tíð, umsorgan, orku og atlit, og tí er høgt næmingatal mangan ein avbjóðing, halda lærarar.

- Eg eri samdur við teimum, sum siga, at 26 næmingar í hvørjum flokki er ein ov stórur flokkur. Kanska er loysnin er gera tvílæraraskipanina betri enn hon er, soleiðis at eykalærari verður sett inn í flokkar. Tvílæraraskipanin, sum er í gildi, sigur, at fer næmingatalið upp um 18, verður eykalærari settur inn. Hetta kundi verið broytt til, at eykalærari verður settur inn, tá næmingatalið fer upp um 16. Tað kundi verið gjørt sum ein roynd.

Síðsta skúlaár vóru royndarverkætlanir í nøkrum skúlum við tvílæraraskipan í grunddeildini. Tveir tímar vórðu tiknir frá flokkunum og í staðin brúktir til tvílærara.

- Royndarverkætlanirnar, sum hava verið við tvílærara, mugu eftirmetast, soleiðis at vit fáa størri vitan um tvílæraraskipanina. Men eg ætli mær ikki at bíða eftir eftirmetingini, áðrenn tvílæraraskipanin verður tillagað; hon kann verða eftirmett samstundis, og broytingar, sum er grundaðar á úrslit av henni, kunnu altíð verða gjørd.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.