Tíðindi

Troytt børn er ein stórur trupulleiki: »Foreldur skulu tora at taka ábyrgd«

Donsk kanning vísir, at stórur partur av teimum 10-ára gomlu næmingunum í skúlunum í Danmark mangan eru troyttir, tá ið teir koma í skúla um morgunin. Trupulleikin er uppaftur størri millum tannáringar. Heilsufrøðingur heldur, at foreldur duga ikki nóg væl at gera greiðar reglur um songartíðina hjá børnum sínum.

29.01.2021

Næmingar, sum sita og hanga niður yvir borðini, sum gapa hart ella gníggja svøvn úr eygunum. Soleiðis sær veruleikin út í nógvum skúlastovum, tá ið næmingarnir møta á morgni til fyrsta undirvísingartíma. Stórur partur av næmingunum eru mangan so troyttir, tá ið teir koma í skúla. Tað er niðurstøðan í nýggjastu TIMSS-kanningini, sum eitt nú kannar, hvussu troyttir næmingar í fjórða flokki kenna seg, og hvussu tað gongur út yvir evnini hjá teimum í støddfrøði.

Sambært kanningini føla 4 út av 10 næmingum í fjórða flokki – 42 prosent – seg at vera troyttir hvønn dag ella næstan hvønn dag, tá ið teir koma í skúla. Samstundis vísir kanningin, at teir næmingar, sum ofta eru troyttir, skora 13 stig minni í støddfrøði, samanborið við næmingar , sum bara onkuntíð ella ongantíð eru troyttir, tá ið teir møta á morgni.

»Vit vita, at hetta er ein stórur trupulleiki, at børn – og eisini vaksin – ikki sova nóg nógv. Tað eru óteljandi kanningar, sum vísa, at vantandi svøvnur kann ganga út yvir heilsuna og trivnaðin. Tí er hetta ein stórur trupulleiki, at tað eru so nógv nú á døgum, sum ikki fáa tann svøvnin, teimum tørvar at vera væl fyri,« siger Poul Jennum, yvirlækni á Dansk Center for Søvnmedicin og professari við Københavns Universitet.

Sova ein tíma minni enn fyri einum ættarliði síðan

Fleiri aðrar kanningar vátta, at børn og ung sova minni í dag enn fyrr – og at støðan er serliga ring millum tannáringar. Til dømist vísir ein kanning frá Statens Institut for Folkesundhed, at ikki færri enn 78 prosent av teimum elstu skúlanæmingunum føla seg troytt um morgunin, tá ið teir koma í skúla. Fyri einum ættarliði síðan var tað 41 prosent.

Skíggjarnir fáa vanliga skyldina fyri, at børn og ung eru troytt í dag. Tey liggja og hyggja í telefonina langt út á kvøldið, og tey verða vakt á miðjari nátt, tá ið boð ella snapchats plinga inn á telefonina.

»Vantandi søvnur ger, at tey ungu hava verri við at hugsavna seg og fáa nóg mikið burtur úr skúladegnum. Tey eru eisini í størri vanda fyri at taka uppá í vekt, at fáa sukursjúku og trupulleikar við hjartanum, og tað gongur út yvir trivnaðin. Tá ið tú ikki svevur nóg mikið, ert tú eisini í størri vanda at koma tær upp í tvístøður, tú verður lættari irriteraður og illa hýrdur,« sigur Poul Jennum.

Foreldur skulu taka ábyrgd

Susanne Rank Lücke er forkvinna í fakliga felagnum hjá donsku heilsfrøðingunum. Hon sigur frá, at troytt børn er ein stórur trupulleiki í skúlanum, og at fleiri og fleiri lærarar vísa á, at børn ikki eru til reiðar at verða undirvíst frá morgunstundini. Sambært Susanne Rank Lücke liggur fremsta ábyrgdin hjá foreldrunum.

»Eg haldi – og tað hoyri eg eisini frá øðrum heilsufrøðingum – at foreldur duga verri at skipa songartíðirnar hjá børnum sínum. Tá ið børnini eru lítil – millum 0 og 1 ár – eru foreldur øgiliga upptikin av, at børnini sova nóg mikið, tí svøvnur eru týdningarmikil fyri menningina. Men tá ið børnini koma í fjórða flokk ella har á leið er tað sum um foreldur hava givið upp at seta reglur. Tey halda, at børnini kortini ikki halda reglurnar. Tað er vorðið nógv verri eftir at talgildir miðlar eru vorðnir so vanligir.«

Kelda: berlingske.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.