Tíðindi

Trivnaður, harðskapur og hóttanir

Sjálvur havi eg verið í samband við lærarar, ið hava verið fyri kropsligum ágangi frá næmingum. Næmingar hava tveitt bøkur, pennar, saksar og annað eftir læraranum. Lærarar boða eisini frá, at tað er næstan gerandiskostur, at teir verða slignir og sparkaðir. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

10.01.2024

Trivnaður í skúlunum er sera avgerandi fyri, at vit lærarar alla tíðina mennast í yrki okkara. Trivnaðurin er eisini avgerandi fyri, at vit fáa gjørt arbeiði okkara.

Tað hevur fleiri ferðir verið víst á, at lærarar í grannalondum okkara stinga í sekkin, tí teir ikki trívast í yrkinum. Teir trívast ikki sum lærarar, tí teir í skúlanum eitt nú eru úsett fyri ágangi. Talan er um kropsligan ágang og sálarligan ágang.

Her heima hava vit eingi tøl, ið vit kunnu brúka fyri at lýsa støðuna í fólkaskúlanum. Men eg eri vísur í, at tølini eru hægri enn vit ganga runt og halda.

Møguliga eru vit ikki røsk at boða frá. Kanska trýsta vit bara á ”pyt-knøttin” og hugsa, at hatta einki hevði upp á seg. Tað man fara at laga seg.
Men tað er av alstórum týdningi, at vit siga frá. Vit vita, at avbjóðingarnar bara versna, um einki verður gjørt við tær.  

Sjálvur havi eg verið í samband við lærarar, ið hava verið fyri kropsligum ágangi frá næmingum. Næmingar hava tveitt bøkur, pennar, saksar og annað eftir læraranum. Lærarar boða eisini frá, at tað er næstan gerandiskostur, at teir verða slignir og sparkaðir.
Teir uppliva javnan óhøviskan og ljótan málburð. Teir uppliva javnan hóttandi málburð og atburð.

Eg datt fram á eina mynd á sosialu miðlunum nú ein dagin, og tað fekk meg veruliga at hugsa.
Myndateksturin var á enskum, og siteri eg hann her: ”Yes, teachers love an apple, a coffee mug, a classroom helper, or the occasional ”thank you.
But the absolute best thing you can do for your child’s teacher is to make sure you’re sending a respectful student to school.”

Lættliga endurgivið er hetta ein tøkk til foreldrini fyri tær gávur, næmingar viðhvørt hava við sær í skúlan, men tað, ið ein lærari setur størstan prís uppá, er at fáa næmingar í skúla, sum eru væl uppdrignir, væl dannaðir og næmingar, ið visa virðing fyri øllum teimum, ið tey eru saman við.

Vit lærarar eiga okkara part av at menna, mynda og danna børnini og ungdómin, ið vit umgangast hvønn dag. Vit vilja teimum alt tað besta og royna veruliga okkara fyri at tryggja okkum, at tey fáa ein góðan, tryggan, gevandi og læruríkan skúladag.

Vit fáa tó ikki gjørt nógv, um heimini ikki eru okkara viðleikarar.

Eru tey ikki viðleikarar, er uppgáva okkara sera torfør. Havi hug at siga ógjørlig.
Vit skulu stuðla upp undir góða uppaling, har vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum. Tað er ikki okkara uppgáva at uppala tey, so tey duga at umgangast onnur

Vit eru lærarar. Vit eru ikki foreldur. Uppgávurnar eru heilt ymiskar.

Í 2015 kom Føroya Lærarafelag við vegleiðandi mannagongdum, tá ið talan er um hóttanir og harðskap móti lærarum. Smærri broytingar vórðu gjørdar í 2019.

Endamálið við hesum mannagongdunum er at geva íblástur til, hvussu mann í hvørjum einstøkum skúla kann fyribyrgja harðskap og hóttanir. Eisini er íblástur til, hvussu vit handfara hetta, tá tað er hent.
Øll álitisfólkini hava atgongd til hesa mannagongdina, og lagt verður upp til, at hetta eitt nú kann takast upp á einum námsfrøðiligum fundi.

Vit mugu tryggja okkum, at vit framhaldandi tryggja okkum, at teir lærarar, ið hvønn dag ríka fólkaskúlan ikki missa mótið, tá teir eru fyri ágangi. Eisini mugu vit arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki setast aftur at fara at lesa til lærara, tí arbeiðsumhvørvið ikki er nøktandi.

Vit eiga øll uppgávuna. Leiðsla, lærarar, foreldur og myndugleikin. Vit mugu lyfta í felag fyri at framtíðartryggja fólkaskúlan og lærarayrkið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni