Tíðindi

Trivnaður er grundin og hálvt verkið

Skulu lærarar røkka málinum í fólkaskúlalógini, mugu teir hava umstøður at arbeiða fyri trivnaðinum í flokkinum, og lærarin má hava umstøður at møta næmingunum, har teir eru.

14. apríl 2021

Um bara næmingarnir trívast og hava lívsmót; so einfalt kann tann góði fólkaskúlin lýsast. At trívast sum barn ella tannáringur er tó ikki so einfalt; tí mugu øll, ið eru um børn og tannáringar, gera sítt. Samtíðin hevur sítt, og tað eru tíverri fleiri børn og ung, ið ikki trívast í meldrinum av øllum tí, sum barna- og ungdómslívið bjóðar og krevur. Hetta síggja vit aftur í skúlanum við, at tað eru fleiri børn og ung, ið stríðast í lívinum. Vit møta hesum næmingum, sum eru mótfalnir og keddir; teir trívast ikki. Fólkaskúlin møtir øllum børnum og ungum, og tí eigur skúlin sín part av hesi uppgávuni.

Í fólkaskúlalógini verður stór ábyrgd løgd á læraran og skúlaleiðsluna. Skúlin skal hava fyrilit fyri tí einstaka næminginum, og hann skal, í samstarvi við foreldrini, stuðla barninum í fjølbroyttu, persónligu menningini, so at tað kann búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. Hendan uppgávan er samansett, og fleiri partar skulu fáast at spæla saman, um málið skal røkkast. Ein grundtreyt er tó, at næmingarnir trívast. Tí leggja lærarar nógva orku í at fáa eina góða floksmentan og at hjálpa næmingum, sum ikki trívast so væl. Skúlin kann gera sítt, men hetta arbeiði má eisini byggja á gott samstarv millum skúlan og heimini.

Trivnaður hjá næmingunum, og fyri so vítt eisini hjá lærarum, eigur at verða tikin við, tá ið fólkaskúlin verður viðgjørdur. Rópt verður alsamt úr erva eftir fakligum avrikum, og ofta verður fólkaskúlin umrøddur einans út frá fakligum støðumetum. Landsroynd, PISA og fráfaringarroyndin vísa tað og tað. Hetta eru viðkomandi sjónarmið, men veruleikin er meira samansettur enn sum so. Trivnaður og lærdómur stuðla hvør øðrum, og tí er ein partur av myndini eisini, hvussu næmingar og lærarar trívast í skúlanum.

Øll børn eiga rættin at trívast og møguleikan at royna seg. Hesa uppgávu hava lærarar í huga; flokslærarin hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka sær av trivnaðinum hjá einstaka næminginum. Flokslærarin hevur eina umfatandi uppgávu, ið er ein fragd, tá hon lukkast, men ábyrgdin er tung at bera, tá ið næmingar ikki trívast. Um flokslærarin fekk betri umstøður, høvdu skúlin og næmingarnir havt gagn av tí.

Skulu lærarar røkka málinum í fólkaskúlalógini, mugu teir hava umstøður at arbeiða fyri trivnaðinum í flokkinum, og lærarin má hava umstøður at møta næmingunum, har teir eru. Tá lærarin arbeiðir fyri at fáa flokkin at trívast, kann vera neyðugt at seta fakligu málini til síðis eina løtu og at sleppa vanligu undirvísingini. Sum støðan er, hava lærarar avmarkaðar umstøður at skipa fyri trivnaðartiltøkum uttan um vanligu undirvísingina. Arbeiðstíðin, ið verður sett av til læraran at skipa setursskúla, hugnakvøld, útferðir ella ein túr útum, er tódnað. Arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum mugu takast í álvara, um ynskið er, at skúlin skal møta einstaka næminginum, sum lógin eisini ásetur.

Skúlin møtir øllum børnum frá 7 til 16 ára aldur, og tí ger skúlin stóran mun í samfelagnum og hjá uppvaksandi ættarliðum. Skúlin røkkur bara so langt, sum umstøðurnar loyva, og skulu vit geva børnunum og teimum ungu umstøðurnar at trívast, so mugu vit byggja tað á gott samstarv millum foreldrini, skúlan og avvarðandi myndugleikar. Í miðdeplinum í arbeiðinum í skúlanum stendur einstaki lærarin, og hann má eisini trívast í uppgávuni; hann má hava eitt “yvirskot”, “fordi man kan ikke dele ud af et underskud”.

Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 2, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.