Tíðindi
06.09.2023
Tey byrjaðu við átta næmingum og einum lærara í januar í ár, og nú eru tey trettan næmingar og tveir lærarar. Nakrir av næmingunum eru farnir víðari í sín heimaflokk burturav, men meginparturin av næmingunum, sum vóru fyri summarsteðg, halda fram, og aðrir eru lagstir aftrat. Móttøkuflokkurin í Runavíkar kommunuskúla heldur enn sum áður til í Skúlanum á Glyvrum.
- Ein næmingur í triðja flokki er longu farin víðari í heimaflokkin burturav eftir nakrar mánaðir í móttøkuflokki. Hesin næmingurin hevur ikki havt enskt sum hjálparmál, sum annars kann skunda undir læringina av nýggjum máli. Hann hevur verið noyddur at kýtt seg at læra føroyskt, og tað hevur givið úrslit. Hann heldur seg ikki aftur og torir at royna seg á føroyskum. At hann er so ungur, kann vera ein fyrimunur, tí teir yngru læra skjótari. Annars er næmingamynstrið sum í einum vanligum flokki við, at summir læra skjótt, meðan onnur hava brúk fyri nógvari hjálp, sigur Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Næmingarnir eru í móttøkuflokkinum tveir tímar um dagar fýra dagar um vikuna. Um ársskiftið veksur tímatalið við átta tímum um vikuna til tíggju tímar, soleiðis at undirvísing verður hvønn dag. Aldursspjaðingin er stór, úr fyrsta upp í níggjunda flokk.
- Avbjóðingin kann vera, at vit taka næmingar úr vanligu undirvísingini, har teir kunnu missa neyðuga læring, til dømis missa fyrsta floks næmingar undirvísing í bókstavum og at læra at lesa. Tað er sera trupult at leggja tímarnar soleiðis, at teir als ikki órógva, so vit mugu finna loysn fyri hesum á annan hátt.
Tá ið vit tosaðu við Hans Michael í Mittúni seint í vár, var hann eitt sindur stúrin fyri, um móttøkuflokkurin fór at kunna halda fram, tí kravið sambært kunngerðini um undirvísing í føroyskum sum annaðmál er, at tað skulu vera í minsta lagi sjey næmingar í móttøkuflokki. Hetta kravið lýkur skúlin, men vituligt er, at talið kann vaksa og minka – eisini tá ið skúlaárið er byrjað. Somuleiðis verður sagt í kunngerðini, at næmingar skulu vera í móttøkuflokkinum í seks mánaðir.
- Eftir mínum tykki gevur tað ikki meining at sleppa næminginum, meðan hann er í eini menning at læra seg eitt nýtt mál. Hann eigur at vera í móttøkuflokkinum so leingi hann hevur tørv á tí, og til hann fær fylgt við undirvísingini í heimaflokkinum.
Næmingarnir í móttøkuflokkinum koma úr Togo, Póllandi, Tailandi, Filipsoyggjum og Kenja. Teir flestu komu úr Filipsoyggjum og Tailandi.
Sambært kunngerðini kunnu skúlar í somu kommunu samstarva um móttøkuflokk, og somuleiðis kunnu kommunur skipa felags móttøkuflokk. Í ár eru tveir av næmingunum úr Tofta skúla og ein úr Skála skúla, haðani annar lærarin eisini kemur. Báðir lærararnir í móttøkuflokkinum eru undir útbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Henda útbúgvingin verður liðug um ársskiftið.
Skúlar kunnu hava móttøkuflokk sambært kunngerð nr 144 frá 6. oktober 2020 um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing. Har stendur í grein 5, at móttøkuflokkur kann verða skipaður í skúlum, har nógvir næmingar, sum hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál, eru innskrivaðir eitt skúlaár. Næmingabólkar kunnu eisini verða lagdir saman til ein móttøkuflokk. Næmingar kunnu í byrjanini hava alla ella ein part av undirvísingini í móttøkuflokki. Næmingarnir skulu so skjótt sum til ber vera partur av floksundirvísingini, men har móttøkuflokkur er skipaður, skulu næmingarnir hava møguleika at vera ein part av undirvísingartíðini í móttøkuflokki í seks mánaðir. Næmingatalið í einum móttøkuflokki skal í minsta lagi vera 7 næmingar og í mesta lagi 12 næmingar. Næmingatalið kann vera hægri, um tveir lærarar undirvísa í flokkinum, og eisini um næmingarnir sum heild hava sama málsliga tørv og fortreytir, tó í mesta lagi 18 næmingar. Ein móttøkuflokkur skal í mesta lagi fata um trý floksstig, men kann fata um fleiri floksstig, um næmingarnir sum heild hava sama málsliga tørv og fortreytir, tó í mesta lagi um fimm floksstig.