Tíðindi
24.04.2024
Undirvísingarstýrið skal í næstum taka støðu til tvær ítøkiligar umsóknir um at seta á stovn móttøkuflokk. Harumframt er ein onnur umsókn til viðgerðar, men hon hevur ikki nokk av næmingum til at lúka treytirnar. Kunngerðin, ið umrøður undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur, at minsta næmingatalið at stovna móttøkuflokk er sjey næmingar.
- Um hendan umsóknin skal verða ítøkiliga viðgjørd, eiga skúlin og kommunan, ið talan er um, fáa samstarv í lag við annan skúla ella aðra kommunu, fyri at fáa treytirnar viðvíkjandi næmingatalinum uppfyltar. Tað hevði verið ynskiligt, at kommunur/skúlar tóku seg saman at skipa móttøkuflokkar, tí tað hevði gjørt tað lættari at givið næmingunum nøktandi tímatal, og at fingið lærarar við føroyskum sum annaðmáls-útbúgving at undirvíst fleiri tímar innan økið, sigur Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.
Kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál heimilar undirvísing í móttøkuflokkum. Tað eru í løtuni tveir móttøkuflokkar, annar í Runavíkar kommunuskúla og hin í Tórshavn, sum er skipaður í kvøldskúlanum; hesin seinni heldur uppat, tá ið hetta skúlaárið er av. Aftrat hesum hevur Eysturskúlin ein flokk fyri børn, sum eru komin úr Ukraina sum flóttar. Í øðrum skúlum verða børn undirvíst í føroyskum sum annaðmál í smærri bólkum, sum verða settir saman so hvørt.
Vil ein skúli seta móttøkuflokk á stovn, eigur stigið at koma úr økinum, tað er frá avvarðandi kommunu saman við skúla á staðnum.
Í Breddanum í Útvarpinum í mars kom fram, at tað eru 120 børn í fólkaskúlanum, ið als ikki skilja føroyskt; harafturat koma øll tey, sum kenna nakað av føroyskum, men enn hava langt á mál fyri at kunna blíva ein virkin partur í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Sostatt eitt stórt tal, sum veksur alsamt.