Tíðindi

Tríggir fyrilestrar um tvørprofessionelt samstarv

Hannah Arendt, tvørprofessionelt samstarv og byrjandi barnaverndarmál innan skúlans gátt í húsinum hjá Føroya Lærarafelag týskvøldið 8. november kl. 20.00 í Pedda við Stein gøtu 9

07-11-2022

Jóhannes Miðskarð fer at halda tríggjar smáar fyrilestrar hetta kvøldið. Tann fyrsti verður um, hvussu mann kann pallseta tvørprofessionelt samstarv í einari eksistentiellari rammu. Harnæst verður greitt frá politiska ástøðinginum, Hannah Arendt. Og til endans verður komið inn á, hvussu lærarar møta sosialráðgevarum, tá teir halda, at teir hava við eitt byrjandi barnaverndarmál at gera.

Eisini fer Anna Lovisa Mýri at syngja tveir sangir. Tiltakið er í samband við, at Jóhannes Miðskarð fyri kortum gav út bókina “Teachers Meet Social Workers”.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.