Tíðindi

Toymini hava flutt skúlan fram á leið

Hetta skúlaárið er annað árið, at Eysturskúlin í Havn arbeiðir í PLF-toymum. Eyðna Magnussen, skúlastjóri, er sannførd um, at hesin mátin at skipa skúlan mennir skúlan og fólkini í honum.

10. mars 2020

PLF-arbeiðshátturin er ein arbeiðsháttur av mongum, og í 2017 varð allur Eysturskúlin skipaður sambært hesum leistinum. PLF stendur fyri professionellur lærandi felagsskapur. Endamálið við arbeiðsháttinum er, at allir lærararnir arbeiða í toymum, tvørtur um flokkar og deildir og innan øll øki.

- Vit høvdu kunnað byrjað í smáum, eina deild í senn, men eg haldi, at tað var rætt at gera alt í senn. Tað fyrsta, vit gjørdu, var at orða eina visjón, eina ætlan og reglur fyri, hvussu vit arbeiða saman. Tá ið tú arbeiðir á henda hátt, so merkir tað í grundini, at tú letur upp og søkir samstarvið við starvsfelagar, tað vil siga, at tú hevur onkran at venda námsfrøðiligum og didaktiskum spurningum við, og gerst forvitin eftir at vita, hvat virkar væl í undirvísingini. Undirvísingin og læringin gerst ein felags uppgáva og ábyrgd, uttan at taka frælsið at skipa undirvísingina frá einstaka læraranum. Hetta er ein spennandi máti at arbeiða. Fyrireikandi arbeiðið var gjørt alt fyri eitt, og orð sett á visjón, missión og virði. Lærararnir hava ikki verið á skúlabeinki at læra; vit hava øll saman lagað arbeiðsháttin til okkara skúla. Visjónina hava vit øll orðað saman, og vit hava øll tikið undir við orðingunum, ið har standa.

Eysturskúlin hevur ymisk toymi, smærri og størri; stórtoymini fevna um allar deildirnar hvør sær, flokstoymi, sum eru lærararnir, ið eru um ein flokk, og síðan PLF-toymini; øll toymini hava regluligar fundir. Allir lærarar skúlans hava játtað at vera í skúlanum mikudag, tá ið næmingarnir eru farnir til hús, og tá er fundarvirksemi vanliga ein partur. Á stórtoymisfundunum verður tosað yvirskipað um tiltøk, reglur, setursskúlar o.a. Á flokstoymisfundum um ymiskt, sum hevur við flokkin at gera.

- Í PLF-toyminum verður tosað um námsfrøði innan somu lærugrein, um didaktikk, um tilfar og um, hvussu undirvísing skal leggjast til rættis. Vitanin verður deild, og síðan verður undirvísingargongd gjørd í trimum stigum, eina til dugnaligastu næmingarnar, sum kanska duga brot, og tí skulu hava eina undirvísing, har teir fáa nakrar avbjóðingar, eina til næmingarnar í miðjuni og eina til næmingarnar, sum hava tað truplast. Avtalað verður, hvussu undirvísingin skal vera í einar tvær vikur, og so verður eftirmett í PLF-toyminum; tá verður eisini ráðlagt, hvussu undirvísingin kann verða skipað at fáa teir næmingarnar við, sum ikki hava lært tað, sum ætlanin var. Vit fylgja neyvt við, soleiðis at allir næmingarnir fáa ta undirvísing, teimum tørvar.

Hesin arbeiðshátturin hevur broytt lærarasamstarvið í Eysturskúlanum, og skúlastjórin ivast onga løtu í, at hann hevur flutt og framhaldandi flytur skúlan fram á leið.

- Á leiðini er so ómetaliga umráðandi at steðga á og fegnast um tað, sum eydnast. Royndirnar higartil eru góðar, og hyggja vit uttanlands, so eru tað nógvir skúlar, sum royna hetta, og sum hava góðar royndir.

Les samrøðu við Eyðnu Magnussen í Skúlablað nr 1, 2020

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.