Tíðindi

Tosið við børn um rasismu

Summi børn hava kanska ikki hugsað um, hvat rasisma er fyri nakað, men tey kunnu fyri tað vera bangin um ymiskt, tey hava sæð og hoyrt.

10.07.2020

Fyri stuttum var nógv kjak um rasismu í altjóða miðlum; hetta var í kjalarvørrrinum á herferðini black lives matter. Nógv børn hava sæð og hoyrt um ógvisliga drápið á George Floyd, umframt um mótmælisgongurnar, sum vóru í sambandi við drápið, eisini í Føroyum. Sjónbandabrotið av drápinum á George Floyd hevur verið at sæð í sosialu miðlunum, nógv børn hava sæð tað á eitt nú Tik Tok og Instagram. 

Summi børn hava kanska ikki hugsað um, hvat rasisma er fyri nakað, men tey kunnu fyri tað vera bangin um ymiskt, tey hava sæð og hoyrt. Og so eru tað børn, sum kanska eru ótrygg ella kedd um tað, tey kenna aftur frá sær sjálvum, ella tey kenna onkran aftur, tá ið tey hoyra tos um rasismu. Kanska hava tey sjálv verið fyri rasismu á ymsan hátt. Kanska tora tey ikki at tosa um tað, tey hava upplivað, fyrr enn tey, sum eru rundan um tey, tora.

Sama hvør orsøkin er til, at barnið vendir sær til ein vaksnan at tosa ella spyrja um rasismu, so er tað umráðandi, at tú sum vaksin vísir, at tú vilt lurta, og at tú rúmar tað, sum barnið vil siga tær.

Samstundis kann tað vera eitt trupult evni, sum kann vekja nógvar kenslur og tí verða trupult at tosa um. Tú ert kanska bangin at siga okkurt skeivt? Rasisma er tengt at hugburði og nógvum ymiskum meiningum og sjónarmiðum. Men tað eigur ikki at halda teg burtur frá at lurta og tosa við børnini, sum hava tørv á tí – sama hvør orsøkin er.

Summar familjur kunnu sum útgangsstøði sjálvar velja, um tey vilja tosa við børnini um rasismu. Í øðrum familjum er tað ikki eitt val, men neyðugt orsakað av, at rasisma er partur av teirra veruleika og gerandisdegi. Sama hvussu er, so eiga børn ongantíð at vera einsamøll um tankar og stúranir. Tí er gott at leita sær ráð um, hvussu tú eigur at tosa við barn títt um rasismu.

Kunna teg um góð ráð her: https://bornsvilkar.dk/tal-med-boern-om-racisme/

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.