Tíðindi

Tosið um avmarkaðu arbeiðsmøguleikarnar fyllir

Hvussu velja læraralesandi linjulærugrein, og hvussu fyrireika tey seg til avmarkaðu møguleikarnar at fáa starv eftir loknan lesnað?

26.09.2018

Fyrst í mánaðinum umrøddu vit her á heimasíðuni, at tað neyvan verða nóg nógv størv til nýggjar lærarar tey komandi árini. Hesaferð hava vit spurt tvey læraralesandi, hvussu nógv tey hugsa um, at tað er ein kapping um størvini, og hvussu hetta hevur ávirkað valið av linjugreinum.

Jákup Dahl Wardum lesur á øðrum ári og hevur tónleik sum linjugrein. Jákup hevur lurtað eftir hjartanum, tá hann skuldi velja linjugreinar, men hevur eisini valt fak, sum geva honum fyrimunir, tá hann skal út at søkja arbeiða um 3 ár. Hann sigur soleiðis um tær valdu linjugreinarnar.

- Linjulærugreinarnar vóru valdar mest eftir áhuga, men eisini eftir hvørjar hoyrdust sum góðir møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Mangt og hvat hoyrist, ið skal eitast at vera neyðugt fyri at fáa arbeiði á breiða fólkaskúlaøkinum, so hvat er rangt og rætt, má ein sjálvur meta um. Mær sjálvum dámar væl at nørdast - at læra mangt um og dýpa meg í eitthvørt evni, ið eg fari í holt við. Fakliga dugnaligir lærarir hava tað við at vera áhugaverdir, duga teir eisini at vísa tað í didaktiskum verki. Avgjørt ein ynskilig persónlig stremban. Í hesum førum gjørdi eg mær so dælt av at koma í dýpdina av støddfrøði, alis-/evnafrøði og tónleiki, sigur hann.

Lena Jacobsen lesur á fjórða ári og hevur enskt sum linjugrein. Lena valdi at fylgja sínari sannføring, tá hon skuldi velja linjugreinar, hóast hon metir, at náttúruvísindalig fak høvdu givið henni fleiri starvsmøguleikar. Lena sigur soleiðis um valið av linjugreinum og framtíðarvánirnar at fáa starv.

- Tað sigst, at tað mangla lærarar í ávikavist alis- og evnafrøði, náttúru- og tøkni, støddfrøði o.l., so tað hevði allarhelst verið skilagott at valt sær tvey av teimum fakunum sum linjufak, um hugsað verður um, hvussu ringt tað sigst at vera at fáa arbeiði eftir loknan lesnað. Mín áhugi liggur tó í máli, og føroyskt hevur altíð verið ein lærugrein, ið mær hevur dámt væl bæði í fólka- og miðnámsskúla. Har var so ongin ivi; føroyskt skuldi eg hava – hóast tað hoyrdist, at tað vóru so øgiliga nógv, sum høvdu føroyskt á linju. Tað gevur mær so ta avbjóðingina, at eg má læra meg at hugsa í banum, sum onnur kanska ikki gera, so eg kann koma við onkrum nýggjum at bjóða næmingunum! Afturat føroyskum eri eg nú farin í holtur við enskt. Tað havi eg valt mær, tí eg síggi ein stóran fyrimun í at hava tað, tá ið eg í framtíðini síggi meg undirvísa í einum fjarskotnum landi, ið heimurin einaferð býður mær! Eg eri nøgd við linjufakini, eg havi valt mær og haldi, at tað kann altíð viðmælast at velja eftir hjartanum, tí at skula sleipa seg ígjøgnum nakað, ið mann í veruleikanum ikki tímir, virkar mær so býttisligt. Og jú, alt tosið um avmarkaðu arbeiðsmøguleikarnar fyllir eitt sindur, men enn eru nakrir mánaðir eftir av skúlagongdini, so ta stúranina goymi eg til seinni. Eg eri vís í, at útbúgvingin uttan iva fer at vera mær til gagns á ein ella annan hátt.

Tekstur og mynd: Poul Arni Jensen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.