Tíðindi

Tosið enskt í ensktímunum

Tann almenna fatanin tykist vera, at næmingar í 2019 eru sera væl fyri í enskum, men okkurt bendir á, at vit kunnu og skulu broyta undirvísingina fyri at hækka støðið.

01.04.2019

Fyri at fáa greiðu á, hvussu veruliga støðan er, hava vit tosað við Kalpana Vijayavarathan, phd. og adjunkt á Námsvísindadeildini. Kalpana hevur havt góðan møguleika at eygleiða úrslitini av enskundirvísingini í fólkaskúlanum. Hon hevur undirvíst í 21 ár á miðnámi, umframt at hon hevur granskað enskundirvísing í fólkaskúlanum og vitjar regluliga fólkaskúlaflokkar í sambandi við, at læraralesandi eru í starvsvenjing.

Vanliga tosa lærarar og politikarar um, hvussu føroyskt hevur tað. Enskt verður í hesum kjakinum stundum umrøtt sum ein trupulleiki og ein hóttan, men tað er ein skeiv fatan, um tú spyr Kalpanu. Hon metir, at vit skulu styrkja undirvísingina í føroyskum, við at brúka eitt samskiftis arbeiðslag*, heldur enn at avmarka nýtsluna av enskum.

- Tað er ein stórur fongur fyri Føroyar, um tey ungu kunnu brúka enskt til at leita sær vitan, tí tilfarið á enskum er meira umfatandi enn á nøkrum øðrum máli. Tey hava eisini brúk fyri enskum sum heimsborgarar í hesum alheimsgjørda og hátøkiliga heimi, ið alsamt verður knýttur tættari saman.
- Internetið hevur gjørt, at næmingarnir kunnu sita heilar dagar og lurta eftir júst tí, sum teir hava áhuga fyri, og hetta er sum oftast á enskum. Hetta gevur ávísar málsligar førleikar, men tað er stórur munur á málinum, sum verður tosað um t.d. telduspøl, og so málið, sum vit brúka til ein akademiskan tekst.

Tí heitir Kalpana á allar lærarar í fólkaskúlanum um at tosa enskt í ensktímunum, sjálvt um tað mangan er freistandi at tosa føroyskt.

- Lærararnir skulu vera ein málslig fyrimynd, og geva næmingunum tað «meaningful input», sum teir ikki fáa aðrastaðni enn í flokshølinum.

Kalpana hevur varnast, at vit í Føroyum hava ta siðvenju, at leggja stóra áherðslu á at læra næmingarnar mállæru, sum teir so skulu brúka til at framleiða málsliga rættar setningar. Hetta háttalag kallast «grammar translation method» á enskum. Flestu granskarar eru samdir um, at hesin arbeiðsháttur ikki gevur tey bestu úrslitini. Nakrir føroyskir lærarar eru, sum eitt mótrák, mest sum givnir at undirvísa í mállæru, men Kalpana vísir á, at flestu næmingar hava tørv á mállæruundirvísing fyri at fáa ein nøktandi enskan málburð. Mállæran skal lærast við støði  í tekstum, ella «teaching grammar in context».

- Hetta kann vera eitt sindur torgreitt evni, men meginreglan er, at næmingarnir skulu gerast varugir við ymsu tættirnar í mállæruni, ímeðan teir t.d. lesa ella lurta eftir einum teksti ella arbeiða við ávegisskriving, heldur enn at gera vanligar mállæruuppgávur.   

Kalpana metir, at støðið á enskum kann tykjast at vera høgt, tí næmingarnir í dag tora betur at tosa málið, enn teir hava gjørt. Hon heldur, at tað sjálvandi er gott, at næmingar hava sjálvsálit til at tosa enskt, men av tí at teir ofta læra setningar og máliskur uttanat, kann hetta geva eina misvísandi mynd av støðinum. Sjálvt um teir tosa enskt flótandi, merkir tað ikki, at teir altíð tosa enskt rætt.

* Communicative approach

Tekstur og mynd: Poul Arni Jensen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.