Bloggur
06.04.2025
Telefonin, okkara dýrabari likamslutur, okkara fylgisveinur og okkara tíðartjóvur. Telefonin hevur alt valdið á okkum. Hon er okkara besti vinur – vit klára okkum ikki uttan hana. Hon er við okkara lið, tá ið vit siga góða nátt, og áðrenn vit siga góðan morgun, er hon har – hon er okkara alfa og omega. Talgildi heimurin setur dagskránna í okkara gerandisdegi, og vit øll, børn og vaksin, hava mist valdið.
Eg sat í bíðirúminum á ambulatorinum ein dagin, tá ið eg skuldi taka blóðroynd. Har sótu fleiri fólk, og so letur í einum eldri manni: “Hetta var ikki eitt serliga spennandi bíðirúm, øll sita við hvør sínum skermi.” Eg var púra samd, men eg gjørdi sum øll hini – hugdi upp og smíltist til eldra mannin og hugdi aftur í telefonina. Hetta fekk meg at hugsa um telefonnýtslu í skúlanum, og tað valdið, ið telefonin hevur. Hvussu hava vit tamarhald á telefonini?
TelefonFRÍkorter
Tá ið eg gekk í fólkaskúla, høvdu vit telefonirnar í skápinum, men í hádeild hendi ein kollvelting – bráddliga var hon har – telefonin í fríkorterinum. Vanliga plagdu vit at fara í høllina, spæla borðspøl og út at spæla, men so skjótt, sum telefonin kom upp í leikin, varð hon besti vinur okkara, ið eingin kundi kappast ímóti. Vit fóru frá at vera ein sosialur felagsskapur, til einstaklingar, sum hvør í sínum lagi sótu og hugdu í telefon í fríkorterinum. Tí haldi eg, at tað er sera umráðandi at leggja dent á, at telefonir hvørki skulu vera til staðar í undirvísingini, ei heldur í fríkorterinum. Telefonin er ikki bert ein forðing fyri læring og konsentratiónina hjá næminginum, men er sanniliga eisini ein forðing fyri tað sosiala.
Phubbing
Spurningurin er – hvør skal telefonpolitikkurin vera, og skal hann ásetast við lóg? Í nýggjársrøðu løgmans leggur Aksel V. Johannesen dent á telefonnýtslu í skúlanum. Hann heldur, at vit skulu banna telefonir í skúlanum. Hetta er eitt dømi um eina svára máttloysiskenslu, tí vit øll eru bundin av telefonini, men tað er í skúlanum, at vit kunnu hava tamarhald á støðuni. Eftir skúlatíð og heima við hús ber illa til at banna telefonunum – hevði tað verið so væl. Nú veit eg ikki, um tit kenna fyribrigdið “phubbing”. Phubbing er eitt orð sett saman av phone og snobbing. Hetta hendir, tá ið tú stendur og prátar við ein, men brádliga velur viðkomandi telefonina fram um teg og samrøðuna. Tað gevur okkum eina kenslu av lítilsvirði, og vit menniskju hava ongan kjans mótvegis telefonini. Har er altíð okkurt spennandi, og vit fáa ongantíð nokk – vit hava brúk fyri at zappa víðari, vit vilja hava nýggja stimulansu allatíðina, og fyri hvørja notifikatión, vit fáa, merkja vit eina eydnusama kenslu. Tað, at foreldur velja telefonina fram um børn síni, oyðleggur nærveruna, og tað natúrliga samskiftið kennist fjart. Børnini fáa ikki samband við foreldrini, tí tey sita og skrolla á Facebook og fylgja við í meiningsleysum kjaki, tá ið foreldrini heldur skulu venda sær til børnini og geva teimum uppmerksemi og umsorgan. Tað, ið er allarmest syrgiligt er, at vit “phubba” tey, ið vit eru best við – foreldur “phubba” síni børn, ið skríggja eftir nærveru: “Mamma, hygg, hvat eg havi teknað,” “bíða góða, eg havi ikki tíð,” meðan hon skrollar víðari á telefonini. Hetta er ein vandamikil ringrás, har børnini læra, at tey koma í aðru røð. Tí er pallurin í skúlanum sera týdningarmikil – her skulu børnini sleppa undan skerminum og fáa loyvi at hugsavna seg um at læra, spæla og brúka sínar sansir uttan skerm.
Samskifti uttan telefon
Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvat tað er, sum hendir, tá ið vit fáa forboð? Hvørja kenslu sita vit við, tá ið vit hoyra orðið forboð? Vit binda tað so sanniliga ikki saman við nakað jaligt, og tí kunnu vit eisini spyrja, hvørja kenslu sita næmingar við, um teir fáa forboð at hava telefonir við í skúla? Nú eri eg fyrsta árs læraralesandi og skal tí ikki spæla klók á hesum økinum, men tú nýtist ikki at vera professari fyri at síggja, at telefonir í skúlanum er ein ovurstórur trupulleiki, ið vit sanniliga skulu gera okkurt við. Eg haldi, at ongin telefonnýtsla skal vera í skúlanum, hvørki í undirvísingini ella í fríkorterinum. Tað skal gerast ein natúrligur partur av skúlanum, at vit ikki nýta telefonir, eins og tað ikki er loyvt at renna inni í skúlanum.
Tað er ynskiligt at hava eitt jaligt samskifti – at skúlar, børn og foreldur eru samd um, at soleiðis gera vit – og vit vísa álit og ábyrgd. Skúlar í Føroyum skulu tí standa saman við einari felags avtalu um, at í skúlanum nýta vit ikki telefonir.
Eg ivist stórliga í, um størsti trupulleikin við telefonum er í skúlanum, men tað er í skúlanum, at tað er lættast at stýra. Tá ið børnini fáa frí úr skúlanum, og tey fáa telefonirnar aftur, kunnu vit ikki longur hava tamarhald á teirra telefonnýtslu. Míni ráð – kaga upp í himmalin, tosa við meg, so kemur nærveran floymandi.