Tíðindi

Tilmæli um ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving handað

Arbeiðsbólkurin, sum í vár varð settur at koma við boðum uppá átøk, ið kunnu bøta um sannlíkindi fyri at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, megna at fullføra miðnám, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli.

19.11.2021

Arbeiðið hjá bólkinum fevnir um skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið.

Arbeiðið hjá bólkinum byggir á undanfarna arbeiði á økinum. Málbólkurin hjá hesum arbeiðsbólkinum eru tey ungu, sum lúka vanligu treytirnar fyri upptøku á miðnámi, og sum megna, við hjálp frá ymsu stuðulskipanunum, at fáa eitt vanligt miðnámsskúlaprógv.

Arbeiðsbólkurin er komin fram til, at vit hava nógvar skilagóðar skipanir, ið royna at hjálpa teimum ungu við at nema sær eina útbúgving. Vit hava fleiri skipanir, ið virka væl fyri heildina, men tó eru tað nøkur, ið hóast tilboð, ikki megna at gjøgnumføra eina yrkisrættaða ella gymnasiala miðnámsútbúgving. Avbjóðingin sær ikki út til at vera manglandi skipanir, men meira tað, at skipanirnar ikki hanga nóg væl saman.

Lógarverkið er ongin forðing, men heldur er talan um manglandi kunnleika, mannagongdir, vegleiðingar og samskipan bæði innan einstaka geiran og tvørtur um geirarnar.

Arbeiðsbólkurin sær sálarligar og sosialar avbjóðingar sum eina samansetta uppgávu. Bólkurin hevur tað fatan, at vit eiga at streingja á, at fáa tær skipanir, sum longu finnast, at virka greidliga og smidliga. Tí fevnir tilmælið ikki um nýggjar skipanir, men er í størri mun grundað á tillagingar.

Átøkini í tilmælinum fevna um at dagføra og eftirmeta verandi skipanir bæði innan og uttanfyri skúlaverkið. Bólkurin metir, at tað er umráðandi, at øll ráðini, t.v.s. Uttanríkis- og mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið samstarva og finna ein leist, har avbjóðingar verða lyftir í felag.

Arbeiðsbólkurin hevur sett orð á sekstan átøk, sum skulu betra um sannlíkindi fyri at hesi ungu fáa eina betri sálarliga heilsu og megna at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving.

Í tilmælinum verður m.a. mælt til at: fyriskipa eina fakliga ráðstevnu, skipað støðugar trivnaðarkanningar, seta eina mentorskipan í verk, tillaga lestrarstuðulin til fyrireikingarbreytina (FB) og at seta tveir arbeiðsbólkar; ein at at nágreina leiklutir, uppgávuábyrgd og markamót hjá lestrarvegleiðingini, toymisskipanini, Sernámi og mentorskipan og ein arbeiðsbólk at greina og gera ítøkilig uppskot til at umskipa fyrireikingarbreytina (FB).

Sí tilmælið hjá arbeiðsbólkinum her: https://lms.cdn.fo/media/15963/tilmæli-ung-salarligum-sosialum-avbjodingum-og-útbúgving-tilmæli.pdf?s=tzUoCIGz6xRu4SdkilitsJwrJUE

Í arbeiðsbólkinum eru:

Joan Knudsen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, forkvinna.
Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
Ragnar A. Joensen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, skrivari
Símun J. Hansen, fulltrúi í Almannamálaráðnum
Leif Olsen, fulltrúi í Almannaverkinum
Guðrun Maria Mortensen, fulltrúi í Heilsumálaráðnum
Súsanna Reinert Petersen, yvirlækni umboðandi Psykiatriska Depilin
Terji á Lakjuni umboðandi Yrkisfelagið Miðnám
Elsebeth Vilhelm, umboðandi Føroya Tekniska Lærarafelag
Tóra Petersen, trivnaðarrágevi í Nám
Kinnie A. Mortensen, sálarfrøðingur, umboðandi Sernám

(Á myndini vanta Leif Olsen, Terji á Lakjuni og Elsebeth Vilhelm.)

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.