Tíðindi

Tilboðið til fremmandamælt eigur at vera ein heildarloysn

Allir nýføroyingar eiga og skulu hava eina innleiðslu í, hvat tað vil siga at vera borgari í hesum landi. Hetta er ein tænasta, ið landið eigur at veita og krevja. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags

11.12.2020

Við jøvnum millumbilum hoyra vit um nýføroyingar og tær avbjóðingar, tað hevur við sær, at vera fremmandur í okkara landi. Hesin trupulleiki, um man kann kalla tað so, verður ofta bert sæddur úr einum sjónarhorni: Hvussu er tað at fáa arbeiði og skúlagongd at hanga saman? Hvussu er tað at vera barn hjá oftast mammu, sum er fremmandamælt? Ella hvussu er tað at vera fremmandamæltur næmingur í fólkaskúlanum ella aðrari skúlaskipan? Hetta eru alt viðkomandi spurningar, men eg hevði viljað, at man sá henda trupulleikan sum eina heild.

Í fólkaskúlanum møta vit barninum, men tað hevur foreldur heima, sum kanska ikki skilja føroyskt, foreldur, ið ikki skilja okkara skúlaskipan og ei heldur skilja, hvat okkara fólkaskúli væntar av teimum. Hesi børnini koma ofta í eina tvístøðu, tí tey eru ein partur av eini skúlaskipan, sum heimið ikki skilir. Heima vita tey ikki, at vit til dømis vænta, at barnið er úthvílt, hevur etið, hevur góðan matpakka við í skúla og er fyrireikað. At hava eitt opið samskifti við skúlan um tær avbjóðingar, ið eru, eru tey ikki von við. Hetta eru kanska heilt onnur krøv, enn tey kenna úr sínum heimlandi, og samstundis kanska eisini eitt frælsi, sum tey ikki kenna til.

Skúlaskipanirnar í heiminum eru so ymiskar, og dugir tú ikki málið, og kanska illa enskt, so er torført at seta teg inn í, hvussu alt gongur fyri seg, og hvussu dagurin hjá børnunum sær út og er skipaður. Somuleiðis er tað torført at vera næmingur og ikki skilja, hvat gongur fyri seg.

Allir nýføroyingar eiga og skulu hava eina innleiðslu í, hvat tað vil siga at vera borgari í hesum landi. Hetta er ein tænasta, ið landið eigur at veita og krevja.

Arbeiðið við at gera føroyskt tilfar til fremmandamælt er farið í gongd. Nám ger í løtuni tilfar, sum er ætlað børnum. Tilfarið byggir á útlendskt tilfar, men er tillagað til føroyska málið, ið er ein treyt. Harafturat hevur UMMR sett ein verkætlanarleiðara, sum skal taka sær av útbúgvingarskipanini til vaksin, so hon lýkur tey krøv, ið sett eru. 

Hesir báðir liðirnir eru sera týdningarmiklir, men teir eru ein liður í fleiri. Mín vón er, at tá hetta arbeiðið er liðugt, so fer man at hyggja at, hvussu vit kunnu knýta teir saman, so vit fáa heildina við. Tað allarbesta hevði sjálvandi verið, at arbeiðini partvíst vóru tvinnað saman longu nú, men so er ikki.

Fyri at náa teimum málum, sum man hevur sett sær, er neyðugt við væl útbúnum fólki. Arbeiðið við at útbúgva fólk til FSA-skipanina (Føroyskt sum annaðmál) er farið í gongd og heldur fram. Arbeiðið við at gera visitatiónstilfar er komið væl áleiðis, men tað er bert byrjanin, men allur bati bøtir, so tað er at gleðast um. Arbeiðið við at fáa nýtt undirvísingartilfar til børn er næstan komið á mál. Vónandi steðgar játtanin til hetta týdningarmikla arbeiðið ikki nú.

Tað gagnar øllum samfelagnum, at nýføroyingar fáa møguleika at gerast virknir borgarar í hesum landi, og tað verður bert gjørt við, at vit hava nøktandi tilboð at bjóða teimum, fyrst og fremst við at geva teimum møguleika og krevja, at tey læra seg føroyskt, harafturat, at tey læra um grundleggjandi virðir og samfelagsviðurskifti. 

Sjónarmið í Skúlablaðnum, sum kom í farnu viku.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.