Leys størv

Til skúlaárið 2023/2024 søkir Sands skúli eftir:

Einum lærara í fast starv
Einum lærara í tíðaravmarkað starv at lesa avlopstímar.

Endaliga tímatalið verður ásett í sept. 2023

Einum námsfrøðiligum stuðli tíðaravmarkað starv, u.l. 20 tímar um vikuna.

Lærarastørvini eru lønt sambart avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2

Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Vit vænta av tær, at tú:

hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at:

undirvísa í ítrótti og svimjing,
undirvísa í øllum lærugreinum í 1. til 5. Flokki

Umsóknir við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2023 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til:

Sands skúli

Heimasandsvegur 96

210 Sandi

ella við telduposti til  sands.skuli@skulin.fo

Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Liliuna Clementsen á tlf. 361647 ella 254501 ella við telduposti til lilian.clementsen@skulin.fo

Tey, ið verða sett í størvini, skulu játtað at barnaváttan verður umbiðin.

                                                                                                                                                           

Í Sands skúla ganga u.l. 33 næmingar í 1. – 5. flokki komandi skúlaár


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.