Tíðindi

Tey yngstu lesa sum prestar

Við eitt sindur av vegleiðing kunnu teir yngstu næmingarnir lesa tekstir á sama hátt sum vaksin, skriva Anne Håland og Trude Hoel í eini grein í Nordic Journal of Literacy Research.

18.05.2018

Bókmentir hava lítið pláss í móðurmálsundirvísingini hjá yngstu næmingunum í skúlanum í Noregi. Meginparturin av tíðini verður brúktur til at bróta lesikoduna, at læra at skriva bókstavirnar og at menna orðfeingið. Men lærugreinin eigur eisini at snúgva seg um at hyggja at bókmentaligum tekstum við greiningareygum; tað vil siga, at tú í undirvísingini spyrt, hvat tekstirnir royna at siga, og hvussu teir eru skrivaðir.

Nú vísir ein kanning frá Lesisentrinum í Stavanger, at tey yngstu í fyrsta flokki eru før fyri at lesa bókmentaligar tekstir á ein greiningarligan hátt – bara teir fáa møguleikan og eina undirvísingargongd, sum leggur upp fyri eftir undirvísing á henda hátt.

- Tá ið næmingarnir tóku lut í samrøðu um eina bók, sum lærarin las fyri teimum, vístu teir, hvussu teir skiltu tekstin og løgdu fram hypotesur um, hvat teir hildu, teksturin snúði seg um. Bygt á smálutir í tekstinum gjørdu teir sær meiningar um høvuðspersónarnar og komu fram við greiningum um, hví persónarnir gjørdu sum teir gjørdu. Næmingarnir settu seg inn í kenslurnar í søguni og bóru saman við egnar royndir, siga Anne Håland og Trude Hoel, granskarar; tær hava gjørt kanningina.

- Vit kenna hetta aftur frá fakligari lesing í bókmentum, og tað sum á yrkismáli eitur fakspesifikk lesikompitansa í undirvísingini í norskum. Fakspesifikk lesing snýr seg um at gerast fortróligur við tekstir sum eru vanligir í øllum lærugreinum. Næmingarnir læra, hvussu teir lesa tekstir í støddfrøði, og teir læra at lesa kompleksar tekstir í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Í móðurmálslærugreinini er tað fagurfrøðiligir tekstir, sum verða lisnir. Fyri at næmingarnir skulu duga væl at greina og fyri at menna fakligheitina í móðurmálslærugreinini, er tað umráðandi at læra teir mátar at lesa tekstirnar uppá, sigur Håland.

Tveir fyrstu flokkar tóku lut í kanningini, og lærarin í báðum flokkunum las fyri teimum eina myndabók, har evnini í bókini vóru kend.

- At vera ein bókmentaligur lesari kann vera at royna at skilja tekstin við at tulka hann. Hetta gert tú við egnum royndum, kunnleika og aldri. Tí kunnu eisini næmingarnir í fyrsta flokki gerast virknir í at skilja ein tekst, sum byggir á egnar royndir, skriva granskararnir.

Kelda: forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.