Tíðindi

Tey yngstu lesa nógv, tey elstu lesa einki

Hvussu eru lesivanarnir hjá børnum nú á døgum samanborið við fyri nøkrum árum síðan? Tað hava skúlabókavørðir boð uppá.

26.09.2017

Skúlabókavørðir eru dagliga í sambandi við børn, sum lesa og læna bøkur; teir síggja, hvat ávirkar lesihugin, og hvat skal til fyri at eggja til lesihug. Vit hava spurt skúlabókavørðir í Eysturskúlanum í Havn, Skúlanum á Argjahamri, Fuglafjarðar skúla, Skúlanum á Giljanesi, á Skúlatrøð umframt bókavørð á Barnabókasavninum í Havn.

Samanborið við fyri nøkrum árum síðan, læna tey, sum ganga í yngstu flokkunum, fleiri bøkur á skúlabókasavninum í dag, meðan tað er øvut millum elstu næmingarnar. Tað sigur Hanna Mikkelsen, skúlabókavørður í Eysturskúlanum í Havn.
- Næmingarnir í innskúlingini læna meira á skúlabókasavninum nú, samanborið við fyri 7-10 árum síðan. Allarhelst eru tað krabbabøkurnar og tað, at tað er sett meira fokus á lesingina í innskúlingini, ið ger tað. Tey, ið ganga í 2., 3. og 4. flokki, eru eisini røsk at læna danskar bøkur, serliga stórur er áhugin fyri yrkisbókum. Í miðdeildini eru tey eisini røsk at læna bøkur. Tann støðan er nøkulunda tann sama sum fyri 7-10 árum síðan. Her læna tey bæði føroyskar, danskar og enskar bøkur.

Í Skúlanum á Argjahamri er støðan nøkulunda tann sama sum í Eysturskúlanum. Elin Olsen er skúlabókavørður á Argjahamri.
- Yngstu næmingarnir lesa nógv krabbabøkur, myndabøkur og lættar yrkisbøkur, serliga um djór og fótbólt. Yngstu næmingarnir lesa nógv mest, miðdeildin lesur nakað, og næmingarnir í framhaldsdeildini so at siga einki, tó eru nakrir fáir einstakir lesarar.

Á bókasavninum í Fuglafjarðar skúla síggja tey mun á lesivanunum nú samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Jastrid á Dalbø og Eyðgerð Abrahamsen eru skúlabókavørðir í Fuglafjarðar skúla.
- Børnini lesa einamest krabbabøkur og skjóttlisnar bøkur nú samanborið við 10 árum síðan. Børnini lesa pappírsbøkur og ikki so nógv talgildan tekst uttan at tað er í sambandi við onkra skúlauppgávu ella verkætlan. Vanin er, at tey tíma væl at vitja skúlabókasavnið í fríkorterunum, sita í frið og lesa og læna bók heimvið.

Í Skúlanum á Giljanesi verða børn vanliga send á bókasavnið í tímunum at finna sær onkran lesnað, og tað riggar. Tað sigur Oddmar Ravnsfjall, skúlabókavørður.
- Vit hava eisini havt lesiátak í nakrar vikur, har vit nýttu fyrstu 40 minuttir til at lesa í sama hvørja lærugrein tú hevði, og tað var ein rimmar success. Størsti munurin er óivað, at vit hava nógv betri møguleikar at veita lesarum okkara hóskandi tilfar í dag, enn fyri 10 árum síðan.
    
Lesivanarnir hanga saman við teimum umstøðunum, vit geva næmingunum at lesa, heldur Paulina Andreasen, fyrrverandi skúlabókavørður á Skúlatrøð í Klaksvík.
- Eg havi varhugan av, at frílesing hjá summum ikki hevur havt so høga raðfesting seinnu árini, og upplestur fyri næmingum er mest sum deytt burtur, í øllum førum fyri mið- og hádeild. Eisini gerast næmingar fyrri lakari lánarar. Framhaldsdeildin lænir rættiliga nógv minni enn fyri 10 árum síðan. Alt hetta er spell.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Lesið drúgva samrøðu við skúlabókavørðirnar í Skúlablaðnum, sum kom í august.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.