Tíðindi

Tey yngstu í skúla aftur, tey elstu verandi heima

Sum væntað verður samfelagið so spakuliga latið upp aftur eftir páskir. Frá mánadegnum 20. apríl verður fólkaskúlin latin upp aftur í stigum, og fyrstu næmingarnir, sum byrja aftur, eru næmingarnir í 1. og 3. flokki, tó uttan møtiskyldu

8. apríl 2020

Eina vika eftir páskir lata hurðarnar í skúlunum kring landið upp aftur. 20. apríl byrjar skúlagongdin aftur fyri næmingunum í 1. og 3. flokki, somuleiðis forskúlarnir, og frítíðarskúlarnir lata eisini upp. Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava børn síni heima, við øðrum orðum verður ikki møtiskylda.

4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar. Ársmet verða flutt til próvtøk.

- Vit noyðast at lata samfelagið uppaftur; eg vóni, at fólk taka møguleikarnar og tilmælini til sín, og at foreldur tora at lata børn síni at fara út aftur; hvørt einasta barn er vælkomið í skúla aftur. Eingin veit, hvat er rættast at gera, tí hetta er so nýtt, men vit noyðast út aftur. Tilmælini eru púra greið; tað er betri, at tað eru tey yngru børnini, sum byrja, í staðin fyri tannáringarnir. Heilsumyndugleikarnir í samfeløgunum í øðrum londum mæla til tað sama. Avgerðin er ikki tikin út frá, at vit meta, at yngstu næmingarnir hava mest tørv á undirvísing. Tað, sum vit gera nú, broytir eingi tilmæli, og ongi tilmæli verða broytt, heldur ikki tá ið talan er um frástøðu. Vit vita, at tað verða avbjóðingar, men vit mugu gera alt fyri at megna tað, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Landsroyndirnar verða fluttar til í heyst, tað sama verður við verkætlanaruppgávunum.

Á tíðindafundi í dag kunngjørdi landsstýrismaðurin við skúlamálum saman við embætisfólki og avvarðandi myndugleikum, hvussu farið verður fram, nú skúlarnir lata upp. Fyrsta vikan eftir páskir verður brúkt at fyrireika upplatingina. Tað verður lagt upp til skúlaleiðslurnar, hvussu farið verður fram, um foreldur velja at hava børn síni heima og undirvísa teimum har.

Viðvíkjandi frástøðu millum hvønn einstakan, so verða avmarkingar settar fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í floksstovuni, matarsalinum og fríkorterunum í senn. Vegleiðingar verða gjørdar.

Skúlagongdin í miðnámsskúlunum verður eisini stigvís; dagstovnaøkið letur upp sama dag sum skúlarnir.

Ein nýggj koronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Koronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing. Arbeiðs- og brunaeftirlitið stendur fyri koronaráðgevingini. Fakfólk frá koronaráðgevingini kunnu eitt nú hjálpa skúlum og stovnum at skipa karmarnar soleiðis, at teir eru sambært vegleiðingarnar, sum heilsumyndugleikarnir seta.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.