Tíðindi

Tey ungu manna tingið í komandi viku

3. og 4. februar verður ungdómsting. Hesar dagarnar seta næmingar í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið dagsskránna í Løgtinginum

27. januar 2020

Hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum tey halda eru týdningarmikil.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
at læra næmingarnar at vera ein virknari partur av fólkaræðinum
at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Hetta er sjeyndu ferð, at Ungdómsting verður hildið í Føroyum. Seinast (2016) tóku seks skúlar við seks skúlaflokkum lut. Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu 12 lógaruppskot, sum snúðu seg um m.a. skúlaviðurskifti, valrætt, ferðslu og rúsdrekka.

Formansskapurin hevur sett sær sum mál at gera hetta afturvendandi tiltak so væleydnað, at tað framhaldandi kann vera liður í útbúgvingini av okkara ungdómi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.