Tíðindi

Tey, sum verða bitin av at lesa, lesa uttan at tað verður nakað stríð

Hvussu kveikir tú hugin hjá næmingum at lesa? Svarið er einfalt, spyrt tú Hjørdis Heindriksdóttur, lærara í Skúlanum á Fløtum í Havn. - Tað er at lesa, lesa og aftur lesa sum natúrligur partur av undirvísingini, hvørja ferð føroyskt er á tímatalvuni og heima hvønn dag í viku.

19. juni 2018

Hjørdis Heindriksdóttir hevur verið lærari í nógv ár og undirvíst í føroyskum øll árini; í ár hevur hon eitt nú havt ein 4. flokk í føroyskum. Næmingarnir velja sær eina bók at lesa, Hjørdis skrivar niður heiti og síðutal umframt dagfesting, tá ið teir fara undir bókina; tá ið bókin er lisin, skulu næmingarnir greina bókina skrivliga.

Í setningsbókini stendur, at næmingarnir skulu lesa heima 20 minuttir um dagin hvønn dag.

- Tey skulu lesa 20 minuttir um dagin heima, og ikki bara tá ið tey hava føroyskt, men hvønn dag í viku. Tey, sum verða bitin av at lesa, lesa uttan at tað verður nakað stríð. Hetta er ikki ein spurningur, sum verður latin upp til foreldrini, tí hetta er ein partur av tí at røkja skúlan.

Skúlin á Fløtum er samanlagdur skúli av Tórshavnar Kommunuskúla og Venjingarskúlanum; at allir næmingar lesa var óskrivað regla í Kommunuskúlanum, og hesa regluna hava lærararnir tikið við í samanlagda skúlan.

- At lesing er ein natúrligur partur av at hava føroyskt, og at væntað verður av børnunum, at tey skulu lesa heima og í skúlanum, ger, at tey verða von at lesa og somuleiðis von við at hugsa um tað, tey lesa. Venur tú tey við, at lesing er partur av tí at røkja skúlan, so verður tað ikki ein spurningur um at lesa ella ikki. Henda siðvenjan hevur riggað sera væl; eg havi havt flokkar við nógvum næmingum, sum rættiliga hava tikið dik á seg í lesing, bara við at lesa regluliga í skúlanum og heima. Afturmeldingarnar frá foreldrunum hava eisini verið, at hetta hevur fingið børnini at lesa.

Næmingarnir velja sjálvir, hvørjar bøkur teir lesa; teir eru vanir at fara á skúlabókasavnið at leita, og teir vita, hvørjar bøkur teir megna at lesa.

- Við at børnini velja bøkur sjálv, so velja tey samsvarandi torleikastiginum og aldursstiginum, tey eru á. Næmingarnir eru vanir at fara á skúlabókasavnið at finna bøkur frá tí, teir byrja í skúlanum; teir duga at leita, skanna bókina, lata hana inn aftur og finna aðrar hóskandi bøkur. Eg blandi meg ikki uppí, hvørjar bøkur teir velja, tí teir vita øgiliga væl sjálvir, hvat teir megna. Foreldur í dag eru tilvitað um týdningin at lesa. Tá ið børnini ikki hava eina bók at lesa heima, so fái eg ofta boð frá foreldrunum um, at barn teirra manglar eina bók at lesa.

At leggja upp til, at næmingarnir lesa sjálvir á henda hátt, kanst tú gera, so skjótt teir eru komnir á lagið at lesa.

- Fyrstu árini, eg var lærari, var úrvalið av løttum bókum ikki stórt; síðan krabbabøkurnar eru komnar, hava tað verið tær bøkurnar, sum teir yngstu næmingarnir hava lisið fyrst og fremst. Næmingarnir í eldri flokkunum hava lisið aðrar bøkur. Tey, sum lesa nógv, lesa eisini nógv á enskum; mangan havi eg flokkar í fleiri lærugreinum. Eg síggi, at tað gagnar teimum í øllum lærugreinum, at tey lesa nógv.

Les samrøðu við Hjørdis Heindriksdóttur, lærara, í Skúlablað nr 2.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.