Tíðindi

Temadagur um atferðartrupulleikar

29. august verður temadegur við Bo Hejlskov Elvén um atferðartrupulleikar og harðskap - verbalan og fysiskan.

22.08.2017

Alla staðni har fólk samlast, síggja við atferðartrupulleikar. Tað kann bæði vera í minni mun – sum t.d. at eitt barn ikki vil samstarva, ella í størri mun – at ein persónur er harðligur ella skaðar seg sjálvan.

Hesar støður mugu vit duga at handfara - líkamikið um tað er í leiklutinum sum lærari, pedagogur, foreldur, røktarfólk ella annað. Á temadegnum lærir tú at takla truplu atferðina við effektivum metodum, sum kallast Low arousal approach”, sum eru grundaðar á neuropsykologi og affektteori. Útgangstøðið er, at vit skulu loysa sjálvt tær mest truplu støðurnar uttan at nakar kemur til skaða. 

Bo Hejlskov Elvén er sálarfrøðingur og arbeiðir sum ráðgevi, granskari og fyrilestrahaldari innan handfaring av trupulleikaelvandi atferð. Les meira um temadagin her:

http://synergi.fo/trupul+atferd+temadagur+vid+bo+hejlskov.html

Savnsmynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.