Tíðindi

Telefonin órógvar: – Trupult hjá ungfólki í dag at savna seg um langar tekstir

Seinna helvtin í skúlaárinum er komin væl áleiðis, og próvtøkurnar nærkast. Næmingar og lesandi hava eina rúgvu av drúgvum tekstum at lesa, men umstøðurnar kring næmingar og lesandi eru merktar av talgildum freistingum og tíðartjóvum.

29. apríl 2021

Marte Blikstad-Balas, professari í frálærufrøði við Universitetið í Oslo, er viðhvørt stødd í lesisalinum á universitetinum í Oslo. Har eygleiðir hon tey lesandi, og hon sær, at tey lættliga verða burturhugað av telefonunum; tað verður hon eisini sjálv, viðgongur hon.

– Tað er umráðandi at gera greiðan skilnað millum, nær tú hevur ein steðg í arbeiðinum, og nær tú arbeiðir, soleiðis at tú ikki verður burturhugað av telefonini í tíð og ótíð, sigur hon. 

Lesing krevur

– At megna og halda fast við hugsavnanina at lesa langar tekstir krevur, at tú leggur orkuna í og gert ein innsats, sigur Kari Spjeldnæs.

Hon hevur skrivað bókina Lese. En liten bok om de store opplevelsene. Hon granskar í lesing og talgilding við Høyskolen Kristiania. Spjeldnæs óttast fyri, at virðið av tí, tú lesur, verður avmarkað til nakað, tú gert, tá ið tú slappar av, og tað er ikki nóg gott, tí lesing er sambært henni eitt arbeiði – ein uppgáva.

– Tú kanst samanbera tað við, at tú hevur verið ein rennitúr ella gjørt okkurt annað, sum krevur eitt sindur av tær. Vit skulu ikki lata sum um, at lesing er so lætt, at tað einki krevur av okkum, sigur hon.

Heilin er ”til arbeiðis”, tá ið vit skulu lesa, og tí gagnar tað okkum, um vit tilvitað seta mørk millum hugdýping í fakbókmentir og talgilda veruleikaflýggjan.

Gransking bendir á, at tað at fara á telefonina í tíð og ótíð er vanaelvandi, men hóast tað kann virka ófrættakent, at heilin verður forritaður at vænta at verða avbrotin, uggar Blikstad-Balas okkum í, at tað ber til at broyta vanar:

– Tað kann ljóða sum um, at einki er at gera, men soleiðis er ikki. Vit hava sjálv tamarhald á hesum. Tað snýr seg um at gera upp við teg sjálvan, at tú vilt lesa í longri tíð í senn.

Verri avrik í lesing

Sambært Blikstad-Balas er tað trupult hjá ungfólki at hugsavna seg um ein tekst, sum er tvær síður langur, júst orsakað av teimum nógvu avbrotunum, tú gert, meðan tú lesur. Hon vísir til síðstu PISA-kanningina frá 2018, sum vísir, at norskir næmingar klára seg verri í lesing samanborið við kanningina frá 2015.

Hóast bæði Blikstad-Balas og Spjeldnæs vísa á positivu ávirkanina av at liva seg inn í eitt fiktivt univers í eini skaldsøgu, leggja báðar dent á, at lesiløturnar eru stuttar.

– Tað týdningarmesta er bara at lesa okkurt, sigur Spjeldnæs.

Sambært PISA-kanningini frá 2018 kláraðu næmingar, sum sóu seg sjálvar sum lesarar, seg betur, samanborið við teir næmingar, sum ikki sóu seg sum lesarar. Treytirnar fyri at kunna síggja seg sum lesara eru, at tú lesur upp til 30 minuttir um dagin hvønn dag. Og tað metir Blikstad-Balas, at tey flestu kunnu seta seg fyri.

– Eg haldi, at nógv undirmeta, hvussu lítið skal til fyri at síggja seg sjálvan sum lesara, sigur lesigranskarin.

Truplari at vera næmingur í dag

Til spurningin, um tað er truplari at vera næmingur og lesandi í dag samanborið við fyrr, tá ið vit vita, at vit verða avbrotin av talgildum freistingum, svarar Kari Spjeldnæs avgjørt ja. Men hóast næmingar og lesandi ikki savna seg leingi um tað, tey skulu gera, tí tey alla tíðina verða avbrotin, mugu tey viðurkenna, at tey ikki sleppa undan. Blikstad-Balas heldur nevniliga, at universitet og skúlar ikki mugu geva seg undir trýstið bara at geva lesandi og næmingar stuttar tekstir at lesa.

– Tað er umráðandi at menna evnini at lesa eitt samanhangandi argument yvir fleiri hundrað síður. Serliga um tað er tað, sum gevur tær innlit í evnið, sum tú skalt duga, sigur hon.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.