Tíðindi
11.04.2025
Tað kann vera trupult hjá vaksnum at skilja, hvønn týdning fartelefonin, teldan, teldilin og annað hevur hjá teimum ungu. Ein stórur partur av teirra samskifti er á netinum, samstundis sum ein stórur partur av spæli og samveru annars eisini er á onkrum av hesum tólum. Tað hendir nógv á snildfonini hjá næminginum gjøgnum skúladagin. Haraftrat verða sosialu miðlarnir brúktir til samskipan av frítíðarítrivum, so eru broytingar í degnum ella í morgindegnum, so verða miðlarnir brúktir til kunning og samskifti. Sostatt er tað sosiala sambandið, sum vit fyrr høvdu í skúlastovuni, á gongini, úti í fríkorterinum, á veg í og úr skúla, í ein vissan mun flutt frá fysiskari, persónligari kontakt til samskifti á snildfonini.
Gransking vísir, at tað hevur neiliga ávirkan á avrikini, tá næmingar, ið arbeiða við ymiskum í skúlahøpi, samstundis hava fartelefonina við hondina. Helst eru tað hesar kanningar, ið hava ført til, at barna- og útbúgvingarmálaráðharrin hevur tikið stig til broytingar í kunngerðini um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingum í skúlatíð. Hesar broytingar eru gjørdar fyri at tálma nýtslu av fartelefonum í skúlatíðini. Hetta verður gjørt við, at skúlastýrini gera reglur fyri telefonpolitikki skúlans.
Sum umrøðan hevur verið seinastu tíðina, so er lítil ivi um, at tey flestu halda, at undirvísingartíðin eigur at vera telefonfrí. Skal hetta eydnast, so hevur tað týdning, at umstøðurnar eru skipaðar til endamálið. Næmingurin eigur tí at leggja telefonina frá sær, tá hann kemur í skúla, og so taka hana aftur, tá skúladagurin endar. Eru felags mannagongdir um hesa skipanina, so er lætt hjá næmingunum at skilja, hvat eigur at gerast, og samstundis er lætt hjá lærarunum, sum eru um næmingarnar, at hava greiðu á reglunum. Ein góð loysn til telefonfrían skúla er at hava telefonskáp. Her leggja næmingarnir sína telefon á sína hill, tá dagurin byrjar, og taka hana aftur, tá skúladagurin endar. Lærarar eiga ikki at samla telefonir inn og ganga við telefonum hjá næmingunum. Hetta er alt ov kostnaðar- og týdningarmikil lutur hjá næminginum.
Kanningar aðrastaðni vísa, at sosiala samveran hjá næminginum batnar, tá teir ikki hava telefon í skúlatíðini. Hetta kemur tó ikki av sær sjálvum. Vit mugu hava í huga, at snildfonin er ein týdningarmikil samskiftismiðil hjá næminginum. At broyta samskiftishátt og at vera sosialt virkin saman við floksfeløgum, um høvuðsdentur hevur verið á samskifti á telefonini, so broytist hesin vanin ikki hjá øllum næmingunum við, at telefonirnar verða lagdar í eitt skáp. Tí hevur tað týdning, at vit, sum eru um næmingarnar, vegleiða og seta virkismøguleikar á skrá. Um næmingarnir ikki hava nakrar valmøguleikar, so kennist tómrúmið ov stórt, tí eiga vit í skúlunum at hava fjølbroytt virksemi til fríløturnar hjá næmingunum. Eitt nú við ymiskum skipaðum virksemi úti og inni. Tað hjálpir munandi um sosialu samveruna, um næmingarnir hava ymiskt at vera felags um. Hetta hevur samstundis jaliga ávirkan á trivnaðin hjá næmingunum.
Møguliga eiga lærarar at ganga undan og vísa, at undirvísing eigur at vera uttan fartelefon. Kanska tað verður lættari hjá næmingunum at góðtaka ein telefonfrían skúla, um lærarin eisini leggur telefonina eftir, áðrenn undirvísingin byrjar. Hetta krevur tó, at telefonin hjá læraranum ikki er eitt arbeiðsamboð, eitt nú til fráveruskráseting og annað.
Nú broytingar við telefonpolitikkinum eru á veg í skúlunum, verður forvitnisligt at fylgja við, hvussu hetta hepnast og hvørja móttøku tað fær, bæði frá børnum, ungum og vaksnum.
Sjónarmið í Skúlablað nr 2, 2025, sum júst er komið út.