Tíðindi

Tað, sum tilflytarin dugir, kann vera lykilin inn í føroyskt

- Tað snýr seg ikki um at hyggja at, hvat tilflytarin ikki dugir; tað snýr seg um at byggja oman á tað, hann dugir, hevur áhuga í ella íðkar sum ítriv, tí tað, hann dugir, kann vera lykilin, sum tú kanst brúka sum lærari, at lata upp til føroyskt. Hesin lykilin er altavgerandi fyri at vísa teimum nýmæltu vegin inn í føroyskt. Tað sigur Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, ið hevur havt skeið fyri lærarum í føroyskum sum annaðmál.

16.12.2020

Tað fyrsta, lærarin, sum undirvísir tilflytaranæmingi, antin tað er barn ella vaksið fólk, eigur at hava í huga, er at gera sær eina mynd av, hvør persónurin er. Lærarin má vita, hvat fyri mál og hvønn førning viðkomandi hevur, um viðkomandi dugir enskt ella kann samskifta á øðrum máli, um viðkomandi dugir at lesa á sínum egna móðurmáli og so framvegis. Er talan um vaksið fólk, mugu vit spyrja, um viðkomandi hevur eina útbúgving. Út frá teimum upplýsingunum, vit fáa, eigur ein visitatión at verða gjørd; tað er ein heildarmeting, har tað verður mett, hvat fyri slag av undirvísing viðkomandi tørvar fyri at læra føroyskt. Tað sigur Katrin E. L. Jacobsen, sum tríggjar ferðir hevur undirvíst lærarum í Føroyum í tí at undirvísa tilflytarum, seinast í heyst.

- Tað snýr seg um at tosa við næmingin, tosa við foreldrini og gera tær eina mynd av næminginum og geva honum eina trygga og góða byrjan, har hann kennir seg væl og vælkomnan, sigur hon.

Talið á børnum og ungum, sum eru flutt til Føroya síðstu árini, er vaksið nógv. Í 2019 fingu 57 børn uppihaldsloyvi í Føroyum; 27 sum familjusameining og 30 sum samfylgjandi familja hjá útlendskum arbeiðstakara. Í 2018 var talið 31, og til samanberingar fingu 10 børn og ung uppihaldsloyvi í 2012. Í februar í ár vóru 100 tjóðskapir skrásettir í Føroyum. 1763 persónar, ið komu úr londum uttan fyri Norðurlond, vóru tá búsitandi í Føroyum, og tey umboðaðu 100 ymiskar tjóðir. Av hesum eru 295 børn og ung, 134 gentur og 161 dreingir, í aldrinum 0-18 ár, og børnini koma úr 50 londum. Stóra talið merkist ikki minst í skúlunum; lærarar hava í nógv ár sóknast eftir meiri vitan í, hvussu tú undirvísir børnum, sum ikki skilja føroyskt og kanska heldur ikki enskt, teir hava sóknast eftir tilfari eisini og nøkrum skipanum, sum gera, at hesi børnini fáa eitt nøktandi skúlatilboð. Líka so umráðandi sum mannagongdir og tilfar eru, er hátturin, tú møtir børnum og ungum, sum koma frá eini heilt aðrari mentan enn okkara, heldur Katrin E. L. Jacobsen.

- Ein fortreyt hjá lærarum, sum undirvísa tilflytarum, er at duga at møta øðrum mentanum, og at tú hevur virðing fyri tí, ið tey koma frá, hóast tað í øllum lutum er øðrvísi enn tað, tú ert vanur við. Vit eru øll ymisk, og ivaleyst duga summi betur enn onnur at vera opin, tá ið talan er um at møta fólki, sum koma frá mentanum, sum eru so nógv øðrvísi enn okkara. Tað er sera umráðandi, at tilflytarar ikki verða møttir við fremstafingri ella fordómum. Vit eiga aldri at kroysta okkara mentan yvir tey; heldur eiga vit at lurta eftir tí, tey siga frá, og eisini siga teimum, hvussu okkara mentan er. Føroyingar duga sum heild væl at taka ímóti fólki og eru kend fyri at vera gestablíð, men sum aðrastaðni kunnu fólk hveppast við, tá ið tað koma so nógvir tilflytarar eftir stuttari tíð. At lærarar hava innlit í fleirmentan er ein styrki í undirvísingini, og tí mæli eg lærarum til at ogna sær vitan um tað, soleiðis at teir vita, hvussu teir skulu bera seg at fyri at kunna møta øðrum mentanum, og eisini fyri at vita, hvat tilfar er gott at brúka, tí tað eru serlig fyrilit, so sum, hvat fyri evni tú kanst taka upp í undirvísingini, hvussu tú tosar við næmingin og so framvegis. Tað snýr seg um at fevna øllum, eggja og leiða tey inn í mál, samfelag og mentan okkara.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2020, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.