Tíðindi

Tað munar at varpa ljós á ADHD

- Sjálvsagt er langt á mál, men í dag er tað ikki líka fongt av tabu at tosa um ADHD og tey, ið hava ADHD, sum tað var fyri ikki so langari tíð síðan, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum

01.02.2021

ADHD-felagið er virkið felag. Felagið hevur seinastu tíðina av álvara varpað ljós á ADHD og tørvin, sum tey, ið hava ADHD, hava, eitt nú í fólkaskúlanum. Forkvinnan í felagnum, Bjørg Dam, heldur, at tað hevur munað væl, tí í dag leita fleiri, sum hava ADHD ella hava illgruna um, at tey hava ADHD, sær hjálp.

- Vit vita, at fleiri leita sær hjálp. Tað síggja vit í og við, at bíðirøðirnar at sleppa framat til útgreiningar eru vaksnar so nógv. Sjálvsagt er langt á mál, men í dag er tað ikki líka fongt av tabu at tosa um ADHD og tey, ið hava ADHD. Vit hava vent hesum á høvdið og sagt, at tað ber ikki til at veita ta røttu hjálpina til teirra við ADHD, um vit ikki kunnu tosa um tað, sigur Bjørg Dam.

Hava foreldur, dagstovnur ella skúli illgruna um, at barnið hevur eyðkenni av ADHD, skulu foreldrini venda sær til kommunulækna, sum síðan sendir barnið víðari í skipanini til psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum at verða útgreinað.

- Mannagongdin er als ikki optimal, tí tað gongur alt ov long tíð í flestu førum. Vit halda, at allir fakbólkar, ið eru um børnini, eiga og hava ábyrgd av, at børnini fáa røttu hjálpina tíðliga. 

Psykiatriska deild fyri vaksin hevur í seinastuni fingið hægri raðfesting, og tað merkir, at tað hevur borið til at útgreina fleiri, har illgruni er um ADHD. Yvirlæknin á psykiatrisku deild, Tórmóður Stórá, hevur sagt aðra staðni, at 90 prosent av teimum, sum verða send til útgreiningar fyri ADHD, hava ADHD.

- Bíðitíðin hjá teimum 300 børnunum, ið bíða eftir útgreining í Barnapsykiatriini, er longd úr 2 mánaðum og heilt upp 1 ár. Tí má nógv meira setast inn. Tað kemur á ongan hátt óvart á okkum, at talið á teimum, sum fáa staðfest ADHD, er so høgt. Mett verður, at tað eru umleið 5% av fólkinum, sum hava ADHD, og tá ið vit vita tað, ræður um at finna tey. Vit plaga at samanbera við CTD; vit vita, at nógv fólk hava CTD, og tí ræður um at finna tey, so tey fáa hjálp.

Bjørg Dam sigur, at skúlar, lærarar og læraralesandi tráa eftir vitan, og tí hava fleiri skúlar heitt á felagið um at koma og greiða frá.

- Vit gera tað fegin, men vit eru bert eitt áhugafelag og vit foreldur eru ikki ADHD-ráðgevar. Tað er tó av alstórum týdningi at fáa meiri vitan um ADHD inn í skúlarnar, soleiðis at lærarar eru betur fyri at lofta næmingum við ADHD. Fakliga eru tey flestu, sum hava ADHD, væl fyri, men tey krevja nakrar tillagingar fyri at trívast og mennast. Og skulu lærararnir megna at skipa hesar tillagingarnar, mugu teir verða førleikamentir til ta uppgávuna. Tað merkir bæði, at lærarar, sum arbeiða í skúlunum, sleppa á styttri og longri skeið um ADHD, og at læraraútbúgvingin onkursvegna raðfestir, at øll læraralesandi fáa eina grundleggjandi vitan um ADHD, og at læraralesandi eisini kunnu førleikamenna seg undir læraralesnaðin um ADHD, við eitt nú at kunnu velja sernámsfrøði sum linjulærugrein.

Tað er ein trupulleiki, at tað ikki eru ADHD-ráðgevar onkrastaðni í skipanini, heldur Bjørg Dam.

- Sernám hevur uppgávuna at ráðgeva lærarum, men tey hava ikki ADHD-ráðgevar. Tað er rættiliga óheppið, tí tey við ADHD eru so nógv í tali, og tað krevur servitan fyri at kunnu veita bestu ráðgevingina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.