Tíðindi

Tað kundi verið eg

Í skipanum, sum eru tongdar at menniskjaligum virði og virkisføri, sum fólkaskúlin er, er tað alneyðugt, at skipanin ikki verður trotin úr øllum kantum og endum, tí tá verður ikki pláss fyri menniskjanum. Menniskja er miðdepilin, ikki skipanin. Birna Gaard, lærari, skrivar

22.04.2022

“Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú,” syngja næmingar á Skúlatrøð, og vit syngja við. Vakra, inniliga og sigandi sangin “Tað kundi verið eg” hevur Steintór Rasmussen skrivað, og sangurin vann fyri kortum heiðurin sum ársins føroyska útvarpshitt í 2021.

Vit syngja øll við, tí vit kenna okkum aftur í sanginum. Vit sita trygt og gott her heima í Føroyum, alt ímeðan vit hoyra um og síggja myndir av vanlukkum úti í heimi – turkur og hungursneyð, flóðaldur og jarðskjálvtar. Vanlukkur, sum koma av nátturuávum og leggja alt oyðið, sum er í nánd. Vanlukkur, sum vit menniskju ikki eiga beinleiðis lut í.

Tíverri síggja vit eisini myndir frá vanlukkum, sum menniskju eru beinleiðis orsøk til – valdsmenniskju, sum velja kríggj og elva til neyð og elendigheit fyri fólki.

Tað eru ræðumyndir frá veruleikanum, serliga myndir av børnum í vanlukkuligum støðum, sum røra okkum djúpt og festa seg á nethinnuna.

Vit menniskju taka synd í teimum, sum líða, og eru takksom fyri, at vit hava tað gott og kenna okkum trygg í Føroyum. Tað eru hesar kenslur, sum gera okkum til menniskju, og geva okkum hug at hjálpa teimum, sum eru í neyð.

Hjartanemandi er at lesa og hoyra um ymisk hjálpartiltøk sum verða sett í verk, tá boðini um eina vanlukku røkka okkum. Eitt er, at hjálparfelagsskapir sum Reyði Krossur, ið hevur til endamáls at hjálpa neyðstøddum, fer til verka. Annað er at síggja, hvussu skúlanæmingar her í Føroyum seta tiltøk í verk fyri at hjálpa neyðstøddum og kreppuraktum børnum, sum liva í vanlukkuraktum ella krígsherjaðum londum.

Higartil í ár hava longu verið fleiri slík tiltøk. Í Oyndarfjarðar skúla savnaðu næmingarnir pening við at selja hálvhosur, sum tey høvdu fingið til høvið. Í Glyvra skúla seldu næmingarnir í 3. flokki tvíflísar, og í Skúlanum á Fløtum savnaðu og seldu næmingarnir í 1.b fløskur. Hesi tiltøkini vóru øll fyri at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Afganistan, har ein tann ringasta humanitera kreppan í heiminum er í løtuni. 

Í Porkeris skúla arbeiddu allir næmingarnir frá 1. til 7. flokki saman í fleiri dagar og skipaðu fyri einum tiltaki við páskareggja- og lutaseðlasølu við tí endamáli at savna pening inn til krígsrakt og neyðstødd børn í Ukraina.

Í síðsta ørindi á sanginum syngja næmingarnir, “Kanska eg kann hjálpa, og eg fái okkurt gjørt. Gævi at mítt hjarta altíð føla vil við tær”, og tað er júst tað, børnini gera.

Børnini kenna gleði og nøgdsemi av sínum íkasti, og tey læra nógv av hesum tiltøkum. Tey læra um samhuga og samstarv, um styrkina við at lyfta í felag. Eisini læra tey um landið og søguna, fólkið og tess siðir. Tá skúlatíðin er liðin, eru tað tiltøk, sum hesi við øðrvísi skúlagongd, sum fara at standa sterkast í minninum hjá børnunum. 

Tað eru ivaleyst fleiri onnur slík tiltøk í skúlunum kring landið, og felags fyri øll hesi tiltøkini er, at tað eru eldhugaðir og virkisfúsir lærarar, sum skipa fyri og hjálpa børnunum at hjálpa. Øll vita vit, at tað tekur (nógva) tíð og krevur eyka orku at skipa fyri hesum tiltøkum, og tíbetur eru enn lærarar, sum hava yvirskot til hetta – tað er ikki ein sjálvfylgja.

Í skipanum, sum eru tongdar at menniskjaligum virði og virkisføri, sum fólkaskúlin er, er tað alneyðugt, at skipanin ikki verður trotin úr øllum kantum og endum, tí tá verður ikki pláss fyri menniskjanum. Menniskja er miðdepilin, ikki skipanin. Vónandi vita og virða fólkini, sum hava bjóðað seg fram til at stýra skipanini, eisini hetta.

Menniskja syngur so vakurt, og sangurin ljóðar best tá vit syngja sama lag.

Birna Gaard, einalærari í Fámjins skúla. Klumma í Skúlablað nr 2, 2022, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.