Tíðindi

Tað góða skiftið frá barnagarði til skúla

Tofta skúli hevur seinastu árini arbeitt saman við barnagarðinum í kommununi. Skúlaleiðarin, stovnsleiðarin og teir lærarar og námsfrøðingar, ið varða av, hava sostatt fingið eitt gott samstarv í lag, ið fevnir um tey elstu børnini í barnagarðinum, sum skulu í skúla árið eftir.

22.04.2020

Orsøkin til at tey fóru í holt við hetta samstarv, var, at lærarar og námsfrøðingar høvdu fingið eyguni upp fyri, at tað var tørvur á at arbeiða meiri málrættað við málmenningini hjá børnunum, tí teirra mál var nógv ávirkað av serliga donskum og enskum. Hetta var eitt eisini eitt upplagt høvi, nú eingin forskúli var.

Samstarvið millum barnagarðin og skúlan byrjar í august. Starvsfólkini í barnagarðinum hava skúlabólk við teimum elstu børnunum, har tey m.a. brúka Málspølini (2020). Hetta arbeiðið heldur fram til juni. Í januar byrja lærararnir – flokslærarin, ið vanliga er føroysklærari, og roknilærarin – at fara í barnagarðin, at hava ”undirvísing” í føroyskum og støddfrøði. Hetta gera tey, soleiðis at lærararnir og teirra komandi næmingar koma at kenna hvønn annan. Eftir páskir fara børnini saman við námsfrøðingum í skúlan at vitja og hava undirvísing, soleiðis at tey eisini koma at kenna umhvørvið. Fyrstu tíðina, tá tey eru byrjað í 1. flokki, fylgir ein námsfrøðingur við. Tað ger hann, fyri at børnini skulu kenna seg trygg. Ofta hella tey seg meira til námsfrøðingin fyrstu tíðina, tí tað er hann, tey kenna best, men so við og við gerast tey tryggari við lærararnar. Eftir nakrar vikur hava tey vant seg við nýggja umhvørvið og hava ikki eins stóran tørv á honum longur.

Í desember steðgar teirra samstarv, sigur Lív I. Magnussen, lærari í Tofta skúla og sum hevur verið við frá byrjan.

Men hví greiða frá um samstarvið millum Tofta skúla og barnagarð? Tí tað hóskar seg væl til hugtakið um strategiska leiðslu. Professari í almennari organisatión og leiðslu, Kurt K. Knudsen, sigur m.a. í hesum sambandi, at: “Det er vigtigt, at ledere danner alliancer og netværk med andre ledere i kommunen .... Det er nemmere at opnå noget, når flere synger på samme vers” (BUPL B, 2005, s. 6). Og tað er júst tað, ið leiðararnir í Tofta skúla og Barnagarðinum á Svangaskarði gera. Tað byrjaði við, at starvsfólkini í barnagarðinum settu seg í samband við Tofta Skúla. Annika Høj, ið var lesivegleiðari, arbeiddi júst tá við at føroyska Málspølini. Hetta tilfarið fingu tey atgongd til. Fyrsta árið, 2011, var tað bert barnagarðurin, ið arbeiddi við tilfarinum, men í 2012 fóru tey saman við Tofta Skúla til Nes kommunu at fáa játtan til eina royndarverkætlan. Í januar 2013 byrjaðu tey verkætlanina, sum seinni er vorðin ein føst skipan. Samstarvið hevur fingið navnið “Samspírin.”

Frá byrjan hava tey alla tíðina havt eitt ynski um at vera á jøvnum føti. Hetta hevur ført við sær, at teirra samstarv í dag er ótrúliga gott. Hugsast kann, at tað ikki hevði riggað líka væl, um ætlanin varð smoygd niður yvir annan partin, sum ikki slapp at verða við til fyrireikingarnar. Vanliga verða fyrireikingarnar gjørdar nakrar mánaðir áðrenn skúlabyrjan. Um námsfrøðingarnir ella lærararnir, ið skulu varða av samstarvinum, ikki høvdu verið settir samstundis, høvdu teir ikki verið við til fyrireikingarnar og høvdu tískil ikki verið á jøvnum føti í samstarvinum. Sambært Pallesen (2008) er hetta ikki rætt. Hann heldur, at starvsfólk eiga at fáa eina kenslu av, at tey eru á eini felags missión og duga at síggja, at tey eru partur av nøkrum, ið er størri enn tey sjálv. Tað er týðiligt, at starvsfólk ikki kunnu tað, um tey ikki eru við frá byrjan. Tað er tískil sera týdningarmikið, at tey eru tað.

Pallesen (2008) sigur somuleiðis, at: “Det handler om at skabe tro på en vision for institutionen som virker intuitivt rigtigt for medarbejderne, og som kan holde på længere sigt ...”, og sum m.a. kann vera við til, at styrkja teirra søgur úteftir (Pallesen, 2008, s. 26). Teirra visjón er, at skiftið frá barnagarði til skúla skal verða so gott sum gjørligt. At tey, frá fyrsta degi, skulu hava eina kenslu av, at “her er gott at verða”. Samstundis vilja tey styrkja málmenningina hjá børnunum í hesum tíðarskeiði – skúlabólk til 1. flokk – við at nýta Málspølini. Lív I. Magnussen heldur, at hetta kann hava eina jaliga ávirkan á málmenningina hjá næmingunum seinni. Tað er eisini týðiligt, at teirra søga úteftir er góð, tí í dag eru fólk í kommununi sera glað fyri tað arbeiðið, skúlin og barnagarðurin gera. Man nakar spyrja eftir forskúla longur?

Bókmentalisti:

BUPL B (2005). Ledelse i mange arenaer.  Ledelsestråden, 2005.

Pallesen, E. H. (2008). Strategi skal der til. Bakspejlet xx.

Málspølini (2020). Tikið niður 19/3/20 frá https://snar.fo/dagstovnar/utgavuheimar/malspoel/malspoel/

Tekstur: Miriam Thomsen, lesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.