Tíðindi

Tað góða sambandið

Eg eri bangin fyri, at vit hava bygt upp eina skipan, har møguleikarnir at fremja tað góða sambandið lærara og næminga ímillum er undir ov nógvum trýsti.

23.04.2021

Vit vóru boðin til fundar. Fólk úr Norðoyggjum, sum fingust við sjálvboðið barna- og ungdómsarbeiði. Evnið snúði seg í høvuðsheitum um, hvussu vit vóru um tey ungu. Undir tí eina fyrilestrinum fáa vit áhoyrarar eina uppgávu. “Hvør hevur gjørt mun í tínum lívi, tey allarnærmastu undantikin?” ljóðaði uppgávan, ið skuldi loysast í smáum bólkum. Vit prátaðu saman eini fýra í hvørjum bólki. Tá liðugt var at práta, varð spurt út í hølið, hvat vit vóru komin til. Allir bólkarnir nevndu, at ein, sum hevði gjørt stóran mun í teirra lívi, var lærarin. Felags fyri hesar lærarar var, at teir høvdu á ymsan hátt víst næmingunum, at teir vildu og tímdu teir. Ikki bara ásettu undirvísingartíðina, men altíð. Hetta vóru lærarar, sum góvu nærveru, tryggleika, upplivingar, vegleiðing, lærdóm og viðurkenning. Hetta vóru lærarar, sum skaptu álit og gott samskifti við næmingarnar, men sum eisini væntaðu, at næmingarnir tóku ábyrgd.

Hesir lærarar finnast tíbetur eisini í dag. Eg síggi teir í skúlanum. Síggi, hvussu sterkt band teir hava knýtt til “sínar” flokkar, og síggi, hvussu nógv tað gevur. Góða samskiftið við næmingarnar gevur læraranum orku og hug at arbeiða. Næmingarnir kenna seg tryggar og motiveraðar og vilja gera sítt besta, tí teir m.a. vilja gleða læraran, sum stendur teimum nær. Slík sambond geva skúlanum eitt gott mennandi fak- og trivnaðar umhvørvi.

Men umstøðurnar at styrkja góðu sambondini í verki eru versnaðar. Fyrr var undirvísingartalið hjá føroyskum lærarum tað sama sum í øðrum Norðurlondum, umleið 26 tímar við pultin. Í dag er lærarans undirvísingartíð hækkað. Tað er ikki óvanligt, at lærarar standa 28 tímar við pultin um vikuna. Tá meiri tíð skal brúkast við pultin, er minni orka til annað virksemi. Tí givið er, at eingin kann økja um allar aktivitetir. Tá glasið er fult, flýtur yvir. Tá tímatalvan økist uttan eyka orku, má orkan til annað raðfestast minni, og her kemur tíðin til at fremja tað góða sambandið við næmingarnar í vanda.

Eg havi kensluna av, at tey, ið seta út í kortið innan føroyska skúlaskap, geva hesum ov lítlan ans. Eg eri bangin fyri, at vit hava bygt upp eina skipan, har møguleikarnir at fremja tað góða sambandið lærara og næminga ímillum er undir ov nógvum trýsti. Tað skulu góðar grundgevingar til at kasta hesi sambond fyri borð. Vit síggja eitt rák við børnum, sum hava sálarkvøl. Eisini síggja vit, at talið av børnum, sum aftra seg við at koma í skúlan, veksur í hvørjum. Haraftrat kemur tann sannroynd, at fleiri og fleiri næmingar úr øðrum londum sita á føroyskum skúlabonki, og hesi børn hava brúk fyri góðum sambandi við læraran fyri at fáa virkað trygt og væl í skúlanum. Tí sjálvsagt hava tey nógvar ivaspurningar í eini nýggjari læringarmentan. Vit eiga at fáa greiðu á, um økta undirvísingartímatalið hjá lærarunum er fjølbroyttu, persónligu menningini hjá næminginum at gagni. Fjølbroyttu, persónligu menningini, sum er so grundleggjandi og sum endamálsorðing fólkaskúlans leggur stóran dent á:

§2. Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.(Løgtingslóg um fólkaskúlan)

Mín fatan er, at her má saðlast um. Heldur enn at kroysta fleiri undirvísingartímar niður yvir læraran, eiga vit at uppbyggja skipanir, sum skapa rúm fyri, at sambondini millum lærarar og næmingar verða styrkt.

Klumma eftir Jónleif Johannesen, varaskúlastjóra, í Skúlablað nr 2, 2021.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.