Tíðindi

Tað er stak neis ikki at hava fartelefon

- Tað nyttar ikki, at bara ein sløkkir telefonina, um øll hini eru á telefonini, tí so er man akkurát líka einsamallur, siga næmingarnir í 9b í Eysturskúlanum

05.01.2021

Fyrst í skúlaárinum hugdu næmingarnir í 9.b við langtandi eygum at hinum næmingunum í 9. flokki í Eysturskúlanum, sum fingu fartelefonina aftur í matarsteðginum, men tað gera teir ikki longur.

- Vit vóru at byrja við øvundsjúk inn á hini, og vit hildu, at tað var órættvíst, at tey sluppu at fáa telefonina aftur í matarsteðginum, og ikki vit. Nú eru vit von við, at vit ikki sleppa at hava fartelefonina, meðan vit eru í skúla, og tað er eingin trupulleiki.

Soleiðis siga Olaf Eyðfinsson, Heini Hofgaard Johannessen, Flykra av Skarði og Birita Vestergaard Jensen. Tá ið vit biðja tey lýsa, hvussu tað var, tá ið tey sluppu at hava fartelefonina eftir matarsteðgin, siga tey við ein munn, at øll fóru í telefonirnar og vóru har so ofta og nógv, tey kundu.

- Eg má viðganga, at eg kendi ongan, tí eg valdi telefonina framum at vera saman við hinum, sigur ein teirra.

Tá ið flokslærarin síðst í 8. flokki segði, at tey ikki fóru at fáa telefonina eftir matarsteðgin, soleiðis sum tey kundu í 8. flokki, so fingu tey ein skelk, siga tey.

- Vit vóru von við at fáa telefonina eftir matarsteðgin, og vit skiltu ikki rættiliga, hví vit ikki kundu tað. Eingin trúði veruliga upp á tað, at bara okkara 9. flokkur slapp ikki at hava fartelefon.

Næmingarnir ásanna, at tað skulu reglur til sum hesar, um telefonin ikki skal verða ov ráðandi.

- Tað nyttar ikki, at bara ein sløkkir telefonina, um øll hini eru á telefonini, tí so er man akkurát líka einsamallur.

Spurd um, hvørjir fyrimunirnir eru við, at fartelefonin ikki er loyvd og læst inni í einum skápi, so siga tey:

Vit hugsavna okkum betur í tímunum, og vit eru meiri saman í fríkorterunum.
Vit finna upp á alt møguligt stuttligt og eru kreativ.
Vit hava djypri samtalur og koma lættari og betur at kenna hini.
Vit spæla, bera halakukk og vita, hvussu nógv ein klárar at bera.
Tað er nógv stuttligari, vit eru saman upp á ein annan máta, og vit eru eisini meiri saman aftan á skúlatíð og fylgjast.

Og hvørjir eru vansarnir?

- Tað er keðiligt, at hini hava og vit ikki, og tí kunnu vit vera eitt sindur øvundsjúk viðhvørt.
- Keðiligt, at tað bara eru vit; eg hevði viljað, at hinir flokkarnir heldur ikki sluppu at hava fartelefonina.
- Tá ið eg skal til tannlækna, kann tað vera eitt sindur irriterandi ikki fáa telefonina við, um tann, sum kemur eftir tær, skal minna meg á tíðina.

Og hvussu gongur at halda regluna?

- Tað er eingin, sum snýtir, tí finnur onkur upp á tað, so sigur onkur annar tað.

Grein úr Skúlablað nr 6, 2020, sum kom í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.