Tíðindi

Tað er okkara skylda at geva øllum tilboð um undirvísing í føroyskum

- Allir næmingar skulu hava javnbjóðis møguleikar, sama hvør uppruni teirra er, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

05.10.2017

Tørvur er á skúlatilboði til teirra, sum hava annan etniskan uppruna enn føroyskan. Tað vísa lærarar og skúlaleiðslur á; ein teirra er Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla. Í Skúlablaðnum, sum kom út við skúlaársbyrjan í ár, sigur hann, at vit megna ikki nóg væl at geva næmingum, sum hava annað mál enn føroyskt, nøktandi skúlatilboð; hann leggur afturat, at taka myndugleikarnir ikki hesa uppgávuna í álvara, játta tímar og framleiða undirvísingartilfar, so fær hetta avleiðingar fyri nógv børn.

Landsstýriskvinnan við skúlamálum er samd við Jóhannis Joensen í, at tað kann fáa stórar avleiðingar, um vit lata standa til og einki gera.
- Skúlar kunnu søkja Mentamálaráðið um tímar til at undirvísa næmingum, sum hava annan etniskan uppruna enn føroyskan. Tað er ikki rætt, sum sagt verður, at fremmandamæltir næmingar fáa í mesta lagi 30 tímar. Børnini hava rætt til 30 tímar, og tá ið teir 30 tímarnir eru brúktir, kunnu skúlarnir søkja av nýggjum, um mett verður, at næmingarnir hava brúk fyri fleiri tímum. Á umsóknunum, vit fáa, síggja vit, at summum tørvar meira hjálp enn øðrum, sigur Rigmor Dam.

Tað er ymiskt, hvussu skúlar leggja undirvísingina við næmingum av øðrum etniskum uppruna til rættis. Summi brúka tímarnar, teir fáa tillutaðar, í undirvísing ein til ein, meðan aðrir savna næmingar, sum hava nøkulunda somu fortreytir og avbjóðingar, í bólkar. Millum annað hevur Mentamálaráðið stuðlað eini verkætlan í Eysturskúlanum í Havn, har lærarar hava undirvísing fast á tímatalvuni 6 tímar um vikuna; hetta eru lærarar, ið eru serliga væl fyri at taka sær av næmingum av øðrum etniskum uppruna og hava góðar royndir.
- Tað kann eisini hugsast, at vit skipa undirvísingina á annan hátt, til dømis kundi ein loysn verið móttøkuflokkar, sum gjørt verður eitt nú í Danmark, har fremmandamæltu børnini verða savnað fyrsta tíðarskeiðið, tey eru í landinum; hugsast kann eisini, at skúlar samstarva um at geva fremmandamæltum børnum eitt gott tilboð. Men alt snýr seg ikki bara um tímar og skipan av undirvísingingi, minst líka umráðandi er tað, at lærararnir hava førleikar at undirvísa fremmandamæltum børnum, tí annars kunnu tímarnir og játtanin skjótt spola av stað við munalítlum ella ongum úrsliti, sigur Rigmor Dam.

Lesið alla samrøðuna við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.