Tíðindi

Tað er líkavið, at eg fái samvitskubit

Tað er líkavið, at eg fái samvitskubit, tá eg havi tað gott í mínum lærarastarvi og føli, at eg røkki til. Tað er líkavið, at eg ikki tori at siga tað hart, tá kenslan er góð, og tað gongur væl. Men hví skal eg havi samvitskubit um tað? Eitt íkast til orðaskiftið um fólkaskúlan. Gunrið Kallsberg, lærari á Skúlatrøð, skrivar

15.02.2024

UPPHITING TIL AÐALORÐASKIFTIÐ UM FÓLKASKÚLAN. Saman við mínum starvsfelaga eri eg flokslærari í einum 5. flokki við 27-28 næmingum. Vit eru tveir lærarar inni í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Flokkurin líkist øðrum flokkum við øllum teimum avbjóðingum, sum koma fyri í einum flokki. Munurin er tó, at vit eru tveir lærarar, sum eru um flokkin og saman um at lofta hesum.

Í eini tvílæraraskipan stuðla vit hvørjum øðrum, vit supplera hvønn annan, og vit leggja saman 4 eygu og 4 oyru til eina støðu. Vit kunnu meta um ein næming og eina støðu við sama grundarlagi, tó úrtveimum ymiskum sjónarhornum. Vit kunnu fyribyrgja støður, tí tað, sum ein ikki leggur merki til, leggur hin merki til. Annar lærarin kann fara út við einum næmingi, sum hevur tørv á rættleiðing ella práti, meðan hin lærarin kann halda fram at undirvísa. Næmingarnir eru meiri sjónligir, tí tað eru 4 eygu, sum síggja, heldur enn tvey. Við eini tvílæraraskipan kunnu næmingarnir fáa eina breiðari tilgongd til læring, tí tveir lærarar læra ymiskt frá sær.

Er toymið gott, so virkar tað ómetaliga væl at hava tvílæraraskipan. Í eini tvílæraraskipan snýr tað seg ikki um at sleppa lættari í sínum starvi, men tað snýr seg um at hava góðar arbeiðsumstøður, so vit røkka longri fakliga, síggja betur einstaka næmingin, fremja gott arbeiðslag, fáa øll virkin í tímanum, og eisini at fyribyrgja óynsktum støðum. Fleiri aðrir fyrimunir eru við eini tvílæraraskipan. Náa vit hesum, kunnu vit uppliva, at skúlin er eitt gott stað at vera og eitt gott stað at læra – fyri næmingar og starvsfólk.

Upplivir tú hetta í tínum starvi, so fært tú eina góða kenslu. Kenslan er góð, tí tú følir, at tú røkkur til og hevur yvirskot, og at uppgávan er møgulig, tí saman er møguligt at lyfta flokkin fram. Men góða kenslan verður skjótt doyvd, tí spurningurin, um eg í veruleikanum havi rætt til at hava eina góðu kenslu, snýkir seg fram?

Tað er líkavið, at eg fái samvitskubit, tá eg havi tað gott í mínum lærarastarvi og føli, at eg røkki til. Tað er líkavið, at eg ikki tori at siga tað hart, um kenslan er góð, og tað gongur væl, men hví skal eg havi samvitskubit um tað? Eigur tað ikki at vera so, at vit hava tað gott, trívast og hava yvirskot í okkara starvi?

Jú, eg fái samvitskubit, tí eg veit, at størsti parturin av mínum starvsfelagum í skúlunum kring landið ikki hava hendan framíhjárætt – at vera tveir lærarar í flokkinum. Teir stríðast í skúlastovunum í lutfallinum 1:25, og tað vita vit er alt annað enn lætt. Tað er líkasum, at lærarastarvið eigur at vera ein ómøgulig uppgáva, tí tey ideellu málini fyri fólkaskúlan eru so óverulig, at gerandisuppgávan hjá læraranum um teir 25 næmingarnar eru ómøgulig.

Á okkara skúla eru vit 6-7 lærarar, sum eru í tvílæraraskipan um 5. flokkarnar. Vit eru ómetaliga glað fyri hetta og síggja stóra potentialið og styrkina í hesum. Vit ynskja, at okkara starvsfelagar kring landið eisini kunnu uppliva tað, sum vit uppliva – at hava eina góða kenslu um sítt starv og leiklut sum fólkaskúlalærari.

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.