Tíðindi

Tað er ikki gott fyri næmingarnar, at teir eru so fáir

Ein av fáu bygdarskúlunum, sum eftir er, og sum kanska skjótt eisini fer í søguna, er snotiligi og vælrøkti skúlin í Oyndarfirði. Hallur Ellingsgaard, fyrstilærari í skúlanum, sigur, at hann væntar, at næmingarnir í framtíðini fara at verða sendir til Runavíkar. Hann heldur, at ymiskar orsøkir eru til, at støðan er vorðin, sum hon er.

19.12.2017

- Støðan her í skúlanum er nú vorðin tann, at vit bara hava sjey næmingar eftir. Teir ganga í fjórða og fimta flokki. Her skuldu tveir næmingar í sætta og sjeynda flokki havt verið afturat, men teir hava vit valt at senda til Runavíkar. Í løtuni eru átta børn undir skúlaaldur í bygdini. Okkum vantar ungar barnafamiljur her í Oyndarfirði. Eg veit, at ungar familjur hava havt hug at flyta norður higar, men alt er so óvist, fólk tora ikki rættiliga at fara undir at byggja sær hús her og velja heldur at seta seg niður, har høgligari er. Øll vita, at vegurin úr Oyndarfirði ikki altíð er so tespilig farleið í hálku um veturin. Høvdu vit havt ein tunnil út Millum Fjarða, hevði støðan verið ein heilt onnur. Tað er sjálvandi bygdarfólkið, ið ger av, um skúlin skal varðveitast, men spurningurin er, um ikki ein  niðurløga kemur av sær sjálvari, heldur Hallur.

- Vit eru partur av skúlaøkinum í Runavíkar kommunu nú. Eg havi gjørt á tann hátt, at tey, sum hava gingið í sjeynda flokki, hava verið í skúla í Runavík ein dag um vikuna. Fyrimunurin við tí er, at næmingarnir, tá ið teir fara út í stóra skúlan í Runavík, hava munandi betri umstøður at hava alisfrøði, enn vit kunnu bjóða teimum.

- Mong ymisk sjónarmið eru um lítlu bygdarskúlarnar, og har kann sjálvandi mangt ymiskt verða tikið fram, men tað, ið vit eiga at hava fremst í huga viðvíkjandi smáum skúlaeindum, er, at vit spyrja okkum sjálv, hvat ið er best fyri einstaka næmingin. Skal eg siga sum er, so er okkara skúli vorðin ov lítil. Tað er ikki gott fyri næmingarnar, at teir eru so fáir, tað kann stundum gerast ov einsligt hjá teimum. Fer ein skúli niður um tíggju ella tólv næmingar, er hann vorðin ov lítil og átti eftir mínum tykki at verið stongdur. Tað fært tú ongan politikara at siga, men hetta er so mín áskoðan. Her í økinum hevur gongdin verið tann, at skúlarnir í Funningsfirði, Funningi og Gjógv eru stongdir. Grundarlagið undir hesum skúlum er vorðið burtur.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2017, sum kom fyrst í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.