Tíðindi

Tað er ein stórur tryggleiki at hava sorgartilbúgving

- Á Tvøroyri hava vit tíverri alt ov nógvar royndir av sorg. Týdningurin av sorgartilbúgving er ómetaligur, beinini verða púrasta rykt undan teimum, sum starvast í skúlanum, og næmingunum, tá ið sorg rakar, sigur Otto Gram, varaskúlastjóri í Tvøroyar skúla

05.05.2020

Otto Gram hevur sum lærari nógvar royndir av at vera um næmingar í sorg. Í dag er hann varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla.

- Á Tvøroyri hava vit tíverri alt ov nógvar royndir av sorg. Vit hava mist næmingar; lærarar eru farnir, lærarar hava mist børn, og børn hava mist foreldur. Týdningurin av sorgartilbúgving er ómetaligur, beinini verða púrasta rykt undan teimum, sum starvast í skúlanum, og næmingunum, tá ið sorg rakar. Hevur man ikki tá nakrar fastar mannagongdir, veit man ikki, hvat man eigur at gera í skelkinum. Sorgartilbúgvingin er mannagongdir stig fyri stig í trimum stigum. Bæði í skelkinum og í sambandi við jarðarferðina og ervið og síðan aftaná. Vit hava eisini mannagongdir fyri sorgararbeiðið í flokkunum, eisini eina rúma tíð aftaná.

Sorgartilbúgvingin í Tvøroyrar skúla er frá 2004; lærarar arbeiddu við henni í nakrar mánaðir, og síðan varð hon løgd fyri námsfrøðiliga ráðið at verða góðkend. Blekkið var ikki meiri enn tornað, tá ið brúk var fyri henni. Ein ræðulig vanlukka hendi einum næmingi í skúlanum.

Arbeiðið at orða sorgartilbúgvingina var púra feskt í minninum á lærarunum. Tá ið eitt ár var farið, eftirmettu vit ætlanina og spurdu okkum sjálv, hvat vit gjørdu rætt, hvat kundi verið øðrvísi, og so vórðu tillagingar gjørdar. Hetta arbeiðið var sera gagnligt, tí vit sóu eisini, hvat okkum tørvaði av praktiskum viðurskiftum, so sum eina flaggstong.

Í skúlanum á Tvøroyri manna tveir lærarar og tvey úr leiðsluni sorgartilbúgvingina. Flokslærarin hjá næminginum, sum verður raktur, er altíð við í tilbúgvingini.

- Flokslærarar hava altíð ein stóran leiklut í tilbúgvingini, men sorgarbólkurin traðkar til, tá ið neyðugt er, um viðkomandi ikki megnar ella kann vera við. Allir lærarar eiga at vita eitt sindur um sorgartilbúgving, allir lærarar fáa hana til kunningar og viðmerkingar, hvørja ferð hon verður eftirmett, og tað verður hon javnan. Nýggir lærarar koma til alla tíðina, og teir mugu eisini kunnast. Leikluturin hjá flokslæraranum er altíð týðandi; tað er hann, sum kunnar flokkin um deyðsboð. Er flokslærarin ikki førur fyri tí ella sjálvur verður raktur av sorg, traðkar bólkurin til; hann er høgra hond hjá læraranum.

Bara tey, sum manna sorgartoymið, hava verið á skeiði í sorgartilbúgving, og eingin hevur verið síðan 2005. Otto Gram heldur, at stórur tørvur er á nýggjum skeiði í sorgartilbúgving.

- Tað er ófatiliga gott at hoyra um royndir hjá øðrum og fáa nýggja vitan um, hvat man skal og ikki skal gera. Hugburðurin hjá mongum er, at man ikki eigur at gera so nógv burturúr, og at man ikki eigur at grava og vassa í sorgini hjá øðrum og plága børn við sorgararbeiði. Men á skeiðum, eg havi verið á, umframt í teimum bókmentum, sum eg havi lisið um evnið, verður víst á týdningin av sorgararbeiði. Sorgararbeiði er at hjálpa, har tørvur er á hjálp. Tú leitar ikki sorg fram, sum er óneyðug, tá ið tú hjálpir teimum, sum syrgja. Sorgararbeiði eigur at verða avmystifiserað. Sorgararbeiði er ikki at válka sær í óeydnuni hjá øðrum; mangan er tað bara at tiga og vera har. Meiri vitan ger, at hesin hugburðurin verður jarðaður.

Av tí at skúlin á Tvøroyri hevur nógvar royndir við at royna sorgartilbúgvingina í verki, hava Otto Gram og Karin Maria Thorsteinsson, lærari, undirvíst nógv í sorgartilbúgving. Tey hava undirvíst læraralesandi og verið í øðrum skúlum og havt upplegg um sorgartilbúgving. Í undirvísingini hava tey tosað um mannagongdirnar í tilbúgvingini, umframt leiklutin hjá flokslæraranum.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.