Tíðindi
13.10.2017
Nú ein dagin, eg var inni á Facebook, kom eg fram á eitt bræv. Hetta brævið stóð inni á einum vanga, sum eitur “Fri for mobberi”, og ein lærari í 1. flokki hevði skrivað tað.
Lærarin ynskti næmingunum vælkomnum í skúla, og í brævbjálvanum lógu 5 ting. Øll tingini vóru ætlað til at brúka í skúlanum, og tey skuldu eisini vísa næmingunum, hvørjum virðum skúlin royndi at virka eftir.
Har var eitt klistrimerki, eitt viskileður, ein puntur til eitt putlispæl, eitt bókamerki og ein stjørna.
Klistrimerkið skuldi vísa næminginum, at í flokkinum halda vit saman og virka saman sum eitt toymi.
Viskileðrið skuldi vísa, at vit gera øll feilir, og at tað ofta er av okkara feilum, vit læra. Og í skúla eru vit komin fyri at læra.
Punturin til putlispælið vísti, hvussu væl vit passa saman, at vit øll eru ymisk, og at brúk er fyri øllum.
Bókamerkið skuldi vísa, at tað altíð er pláss/rúm fyri tær í flokkinum. Hetta plássið/rúmið er har, sama hvussu tú hevur tað tann dagin.
Stjørnan er tú. Hon skuldi vísa, at tú ert ein stjørna, sum lýsir bjartari og klárari hvønn dag.
Við hesum orðum og gávum blivu næmingarnir ynsktir vælkomnir í skúla.
Tað er so umráðandi, at allir næmingar kenna seg væl at koma í skúla og at vera í skúlanum, tí at ganga í skúla er ikki eitt val, sum børn og foreldur hava. Tað er eitt lógarkrav. Tað er so umráðandi, at skúlin megnar at skapa eitt slíkt huglag og umhvørvi, sum fær øll at kenna seg at hoyra til. Tí er tað eisini so sera umráðandi at arbeiða við andsfrælsi og tollyndi í skúlanum og at læra øll at umgangast hvønn annan við virðing.
Tað er eisini umráðandi, at ein “nullhugsjón” er galdandi, tá ið talan er um happing í skúlanum. Vit mugu minnast til, at tað er ikki eitt val at fara í skúla; tað er eitt krav.
Børn og foreldur kunnu velja, um tey ganga til fótbólt, borðtennis, kór o.m.a. Men ikki í skúla. Har skulu tey.
Tað er ómetaliga hart fyri eitt barn hvønn morgun at fara á eitt stað, har tað ikki kennir seg at hoyra til og ikki kennir seg virt fyri tað, tað er. Og tað er so sera hart fyri foreldur hvønn morgun at noyðast at senda barn sítt á eitt stað, har tey vita, at barnið ikki kennir seg at hoyra til og ikki verður virt fyri tað, tað er.
Í teimum flokkunum, sum eg havi arbeitt í, hava næmingarnir arbeitt fram ímóti tí hugsjón og máli, “at í okkara flokki skal tað altíð vera gott hjá øllum at koma”. Hetta arbeiði krevur nógv av hvørjum einstøkum næmingi. Tað er ymiskt, hvussu nær vit røkka málinum, men tað verður alla tíðina arbeitt fram ímóti tí.
At arbeiða við trivnaði í einum flokki er sum at lúka í einum urtagarði. Tú mást alla tíðina ansa eftir ókrúti og vera eftir tí beinanvegin, so tað ikki fær fest røtur.
Tað er ein avbjóðing at fara undir ein urtagarð, sum hevur ligið í órøkt í langa tíð. Onkuntíð má veltast upp úr nýggjum. Men tað ber til.
Tí helt eg, at brævið og gávurnar, sum lærarin gav sínum næmingum í 1. flokki, eru ein sera góð byrjan, um tú ætlar at arbeiða og lúka í urtagarðinum.