Tíðindi

Tann demokratiski skúlin

Endamálið er – sum tað stendur í Fólkaskúlalógini – at búgva næmingarnar út til samfelagið, og so er at flætta undirvísing saman við ymisk onnur tiltøk, so at næmingurin kennir seg heima í tí veruliga lívinum

17.05.2017

Tað gera tey sum skilst tilvitað í stórskúlanum, Skúlanum við Løgmannabreyt í Havn. Har hava tey tiltøk sum t.d. flaggdagshaldið 25. apríl. Ein næmingur í 7. flokki helt røðu. Sambært Høgna Joensen, skúlastjóra, eina sera góða røðu, sum viðgjørdi bæði integratión og tað rúmliga samfelagið. At tað eigur at vera pláss fyri øllum fólkum í okkara samfelag.

Í Skúlanum við Løgmannabreyt hildi tey eisini Kvinnudagin 8. mars. Tá helt ein annar næmingur røðu.

- Og so hava vit sovorðin tiltøk, har næmingarnir sleppa at siga nøkur orð. Eitt endamál við tí er eisini at læra børnini at trína fram, so tað ikki verður hetta her, sum vit lærdu, at tiga í forsamlingini, at føroyingar eru so tungir at taka orðið, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri.

Hann sipar til, at hetta at taka orðið er ein liður í demokratiseringini av næmingunum.

Næmingaráð er eisini her sum aðrastaðni, og flokkarnir skiftast um at hava morgunsangin. Næmingarnir trína fram við at velja sangir, og teir velja kanska onkran tekst, sum teir vilja sleppa at bera fram.

Herfyri hevði ein 6. flokkur sum starvsvenjing í Skúlanum við Løgmannabreyt saman við lærara sínum dagbókina hjá tí heimskendu Holocaust-ofrinum, jødagentuni Annu Frank í Seinna Heimsbardaga. Næmingarnir gjørdu m.a. tær tiltiknu og illa gitnu jødastjørnurnar. Teir høvdu annars framløgu um Seinna Heimsbardaga. Eitt stórt og væl úr hondum greitt arbeiði.

Í Skúlanum við Løgmannabreyt arbeiða tey ofta við kendum landafrøðiligum evnum sum bygdum. Tey arbeiða við tilfari um rithøvundar og listamálarar. Tey hava stundum virknar listamálarar í skúlanum at fortelja um sítt lív og virki, og tey hava enntá upplivað at gera eitthvørt listaligt avrik saman við listamálara. Børnini kunnu leita á netinum eftir faktaupplýsingum um listafólk, t.d. um, hvat tey eru kend fyri, og alt verður lagt fram.

- So fara vit nógvar túrar – fylgja við øllum møguligum tiltøkum, ið eru runt um í býnum. Vit eru við har og bjóða okkum fram og vitja eisini støð, sigur Høgni Joensen.

Alt hetta er slíkt, sum næmingarnir minnast.

Tey eru við í øllum møguligum, sum ger dagin spennandi. Tey eru við í tiltøkum, sum gera tey tilvitað um tað samfelag, tey liva í. Tey eru við í eitt nú grannakaffitiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum og savna pengar inn, og tey eru eisini við í tí landsumfatandi tiltakinum "Í menniskjum góður tokki". Har savna tey kanska einar 25-30.000 krónur inn ein seinnapart, har børnini gera ymist mennandi sosialt arbeiði.

Tey verða tilvitað um, at samfelagslagkøkan er ikki altíð so javnt býtt.

- Eg haldi, at Skúlin við Løgmannabreyt er eitt nýbrot í føroyskum skúlaskapi. Her eru góðir karmar, her er gott starvsfólk, góðir næmingar, aktiv foreldur, sum fylgja væl við, hvat hendir, og er okkurt at spyrja um, gera tey tað. Vit verða ment hvønn einasta dag, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri.

Alt hetta er ein liður í tilgongdini, sum er, at børnini fara ótrúliga væl um. Tey eru góð við skúlan.

Samanumtikið leggja øll tey, sum varða av skúlanum – lærarar, næmingar og foreldur umframt myndugleikar – stóran dent á at vísa hvør øðrum álit og liva upp til hetta álit.

Soleiðis virkar tann demokratiski skúlin.


Myndin:
Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, heldur, at hesin kúlin er eitt nýbrot í føroyskum skúlaskapi. Her eru góðir karmar, her er gott starvsfólk, góðir næmingar og aktiv foreldur, sum fylgja væl við - Vit verða ment hvønn einasta dag, sigur skúlastjórin

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.