Tíðindi
25.02.2019
Talið á børnum, sum nokta at fara í skúla, er vaksandi, ikki bara uttanlands, men eisini í Føroyum. Á Sernámi hava tey tøl fyri tey, sum sambært kunngerð hava rætt til heimaundirvísing, og skúlarnir hava søkt um játtan til undirvísing, tí tey ikki ganga í skúla. Hetta er tó bara ein partur, tí á Sernámi hava tey kunnleika til onnur, sum ikki eru skrásett í nakrari skipan.
- Tað er ilt at geva eina neyva mynd av, hvussu nógv børn í skúlaaldri nokta at ganga í skúla. Hetta skúlaárið vita vit um 17, men tá ið vit eru í samskifti við Almannaverkið og barnaverndartænastur, hoyra vit um 10-12 onnur. Talið kann tí liggja um eini 30, men tað kann eisini vera, at tað er hægri enn tað. Í myrku tíðini síggja vit fleiri, sum hava ilt við at ganga í skúla, byrja at verða burtur. Tað eru eisini nøkur børn, sum ikki eru heima burturav; tað vil siga, at tey eru onkuntíð í skúla. Summi børn eru í skúla ein dag og so ikki í skúla fleiri dagar; tað er mangan soleiðis, at tað byrjar og endar við, at barnið als ikki fer í skúla. Tað er ringt at síggja, hvussu fráveran háttar seg; tað krevur, at lærarin er sera vakin og fylgir við og boðar heimi og leiðslu frá so skjótt, at hann varnast nógvu fráveruna; tað eru serliga hesi, sum eru í skúla av og á, men samanlagt nógv burtur, sum fáa hjálp ov seint, siga Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, og Harriet Hansen, varastjóri á Sernámi.
Frá skúlaárinum, sum byrjaði í august, er játtanin til heimaundirvísing flutt í Undirvísingarstýrið, og tí hevur Sernám ikki longu skrásetingarnar, men hyggja vit at, hvussu tað hevur verið seinastu trý árini, so vísa tøl frá Sernámi, at tíðarskeiðið januar-juni 2016 vóru 27 børn skrásett fyri ikki at ganga í skúla; av hesum vóru 20 dreingir; fimm teirra høvdu tá verið skrásett sum skúlanoktarar longri enn eitt skeið. Tíðarskeiðið juli-desember 2016 vóru 24 næmingar skrásettir fyri ikki at ganga í skúla. Av teimum 24 vóru 8 dreingir og 5 gentur, sum vóru skrásett fyri fyrstu ferð sum skúlanoktarar, men hini vóru børn, sum vóru skrásett fyrr.
Tíðarskeiðið januar-juni 2017 vóru 49 næmingar skrásettir fyri ikki at ganga í skúla; harav vóru 18 dreingir og 10 gentur skrásett fyri fyrstu ferð, men hini vóru børn, sum vóru skrásett fyrr. Tíðarskeiðið juli-desember 2017 vóru 5 næmingar skrásettir, harav 2 vóru næmingar, sum vóru skrásettir fyrstu ferð, og frá januar til juni í ár vóru 18 næmingar skrásettir fyri ikki at ganga í skúla; harav vóru 10 dreingir og 3 gentur skrásett fyrstu ferð; hini vóru skrásett fyrr. Umframt hesar skrásetingarnar hava 4-8 næmingar í ymsum tíðarskeiðum síðan 2013 verið knýtt at Lopfjølini, sum er heitið á tilboði, sum Tórshavnar kommuna, Mentamálaráðið og Sernám fóru undir sum royndarskipan í 2013; hetta er tilboð til næmingar, sum ikki hava verið partur av einum skúla í longri tíð.
Les samrøðu í Skúlablað nr 1, 2019 um evnið.
Mynd: Ólavur Frederiksen