Stabbamynd greinar

Talið á serflokkum vaksið úr einum til 12 flokkar

Hetta skúlaárið eru 12 serflokkar við 233 næmingum kring alt landið.

23.08.2023

Tað var leingi bert tann eini serflokkurin, sum var skipaður í Gulaskúla undir leiðslu av Sernám og Venjingarskúlanum, men skúlaárið 2016/17 vóru tað 9 serflokkar, og síðan kunngerðin “um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð” kom í 2019, er tríggir serflokkar komnir afturat, so tað hetta skúlaárið, 2023/24, eru 12 serflokkar. Nýggjasti serflokkurin er Ljósástova, sum er skipað í Skúlanum á Argjahamri.

Tær flestu tilboðini við serflokkum hava um 10-15 næmingar. Størstu eindirnar við serflokkum eru Guliskúli við 60 næmingum og serskúlin á Skúlatrøð við 54 næmingum. Hesi tilboð hava vaksið seg so stór, at talan meira er um serskúlar, sum eru skipaðir undir leiðsluni hjá einum fólkaskúla.

Fyrsti serflokkarnir vóru serliga ætlaðir næmingum, sum gingu í 4. til 10. flokki. Nú eru eisini serflokkar fyri næmingar í 1. til 3. flokk, sum dømi er deildin hjá Eysturskúlanum í Hoydølum fyri næmingar í 1. til 3. flokki.

Tað eru serflokkar um alt landið, ein í Norðoyggjum, tveir í Eysturoynni, fimm í Havn, ein í Norðurstreymoy, ein í Vágoynni og tveir í Suðuroynni. Afturat serflokkunum eru eisini onnur smærri serliga skipað undirvísingartilboð í øðrum skúlum.

Tá tosið á var í 2007 um at skipa eitt serligt undirvísingartilboð til næmingar við atferðartrupulleikum, varð eisini ein hálv millión sett av á fíggjarlógini til endamálið. Seinastu árini, tá teir nógvu serflokkarnir eru skipaðir, er eingin serstøk játtan sett av til endamálið. Í staðin er hetta fíggjað av verðandi játtan til fólkaskúlan, hetta sæst aftur í størri flokkum í fólkaskúlanum og við at lærarar undirvísa fleiri tímar um vikuna og renna skjótari.

Afturat serflokkunum er ein serskúli, tað er Skúlin á Trøðni. Í Skúlanum á Trøðni ganga umleið 50 næmingar.

Ritmyndin í hægri upploysing 

Talva við dátum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.